Tíðindi

Næmingar og lærarar vilja gjarna brúka teldil

65 prosent av næmingunum og lærarunum, sum hava tikið lut í kanning um teldlanýtslu, eru fegin um teldilin, hóast tey ikki brúka hann so nógv. Teldilin er ikki vorðin ein integreraður partur av gerandisdegnum í skúlanum, men er enn ein viðfáningur.

16.12.2016

Í gjár løgd Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini, og Erla Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini, fram kanning, sum tær hava gjørt av teldlanýtsluni í trimum fólkaskúlum í Føroyum. Samanlagt tóku 1059 lut; 195 næmingar í innskúlingini, 357 í miðdeild, 442 í hádeild og 65 lærarar. Sum grund undir kanningini og sniðgevingini av spurnablaðnum brúktu tær OECD-frágreiðingina, Students Computers and Learning.

Skúlarnir verða ikki nevndir við navni; í staðin eitur teir S1, S2 og S3. Tølini í kanningini vísa greitt, at næmingarnir halda ikki, at teldlarnir verða brúktir hvønn dag í skúlanum. Tað hevur ta avleiðing, at teir hava ikki teldlarnar við í skúla. Her er tó stórur munur á skúlunum, har tann skúlin, sum ikki hevur teldlar, er tann skúlin, har næmingarnir ikki hava teldlarnar við í skúla í serligan mun. Lærarar hava gjørt teimum, sum hava gjørt kanningina, vart við, at næmingarnir hava so mikið sjáldan teldilin við í skúla, at tað er vanligt at gera vart við, at teir skulu hava hann við ávísar dagar. Hetta er ein ábending um, at teldilin ikki er vorðin ein integreraður partur av gerandisdegnum í skúlanum, men enn heldur er ein viðfáningur.

Teir báðir skúlarnir, har næmingarnir hava fingið teldil, tykjast hava sera ymiskan hugburð til í hvønn mun næmingarnir skulu hava teldilin við í skúla ella ikki. Í S2 hava 70 prosent av næmingunum í mið- og hádeild teldlarnar við í skúla, meðan 92 prosent av næmingunum í S3 í mið- og hádeild hava teldlarnar við. Við at hyggja at, hvussu ofta teldlarnir verða brúktir, sæst, at í S3 verða teldlarnir brúktir meiri enn 30 prosent meira í hádeild enn í S2, meðan teir næstan ikki, ella 70 prosent, verða brúktir í miðdeild í S2.

Í kanningini staðfesta Vár í Ólavsstovu og Erla Olsen, at gomlu teldlarnir eru uttan iva orsøk til, at næmingarnir í S2a (partur av samanløgdum skúla) hava teldilin sjáldari við í skúla og brúka hann minni enn næmingarnir í S2b (hin parturin av samnlagda skúlanum). Tann týðiligi hagfrøðiligi munurin styrkir páhaldið, at orsøkin til, at næmignarnir hava egnar teldlar, er at skúlateldlarnir eru ov gamlir. Fyri teldilin sum læringaramboð má tað fatast sum ein trupulleiki, at næmingarnir í S2a hava teldilin so sjáldan við í skúla, og at teir brúka hann so lítið. Heldur ikki næmingarnir í S2b brúka hann serliga nógv, og tað, sum kann vera uppaftur verri fyri undirvísingarstøðuna og læringarmøguleikarnar, sum liggja í teldilinum, er, at aldurin á teldlunum sæst aftur í, hvussu nógv teir verða brúktir.

Samlað fyri allar næmingarnar:

Hvussu ofta ella sjáldan hevur tú teldilin við í skúla hvønn dag?
S1           29 %
S2a         54 %
S2b         68 %
S3            65 %
Miðal       50 %

Hvussu ofta ella sjáldan brúka tit teldilin í skúlanum hvønn dag?
S1           4 %
S2a         19%
S2b         37 %
S3            67 %
Miðal       24 %

Sambært OECD-frágreiðingini fáa teir næmingar, sum nýta teldur í hóskandi tíð, mest burtur úr skúlagongdini. OECD metir ein til tveir tímar at vera hóskandi nýtsla.

Næmingarnir og lærararnir fingu eisini nógvar spurningar, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til margmiðlar. Kanningin staðfestir, at nútíðarnæmingurin er nógv merktur av tøkni, til dømis eiga nógvir næmingar egnan teldil. Okkurt bendir á, at næmingar, sum hava góða atgongd til talgilda tøkni, halda seg læra gjøgnum hesar miðlar. Nógvir siga seg læra at spæla telduspøl. Lesikanningin ber á sama bógvin, tí tey, sum hava atgongd til nógva tøkni, klára seg væl betur í henni.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni