Tíðindi

Næmingar og lærarar hugna sær í fríkorterinum við stokkum og hekklinál

Sum eina roynd at hava góða sosiala samveru í fríkorterum eru lærarar í Runavíkar kommunuskúla farnir undir at binda og hekkla saman við næmingum.

25.09.2023

Summir næmingar koma, tí teir vilja binda ella hekkla, summir, tí teir vilja læra at binda ella hekkla, og summir, tí tað er hugnaligt at sita á gongini í skúlanum í friði og náðum og tosa og binda ella hekkla. Súsanna Brekku, lærari í Runavíkar kommunuskúla, hevur tikið stig til at binda og hekkla í langa fríkorterinum mánadag saman við næmingum. Hetta er ikki partur av vanligu garðvaktini.

- Vit vilja broyta dynamikkin, sum kann vera í fríkorterunum, bæði inni og úti, har summir næmingar eru saman, og summir ongan felagsskap hava. Hetta snýr seg eisini um, at vit vaksnu vilja vera sjónlig í fríkorterunum. Næmingar hava ikki so góðan hug at fara út í fríkorterunum, og tí verður ofta bóltspæl inni, sum kann vera keðiligt fyri nógv. Tað snýr seg eisini um eygu og oyru, bæði at síggja næmingar á øðrvísi hátt og leggja oyra til tað, teir hava hug at fortelja. Lærarar kunnu gera sær nógvar og øðrvísi eygleiðingar, tá ið tú situr í friði og náðum og hugnar tær við stokkum og hekklinál, samanborið við tá tú hevur garðvakt, og nógv rok kann vera, sigur Súsanna Brekku.

Næmingar hava tikið sera væl undir við bindiløtunum og spyrja eftir, nær næsta bindiløta verður. Teir, sum hava tikið best undir við tiltakinum, eru næmingarnir í 6. og 7. flokki.

- Tað eru gentur, sum binda og hekkla, men dreingir koma at práta. Tað stendur ongastaðni, at vit skulu vera friðarlig, meðan vit sita, men tað verður tað av sær sjálvum. Tað er so hugnaligt og so nógv góð prát. Vit síggja næmingar, sum vanliga ikki hava nakað í felag, leggja øðrum lag á. Hetta fer bæði tvørtur um flokkar og árgangir. Næmingarnir síggja, at hesar løturnar eru bara vanligt prát, at lærararnir eru vaksin fólk, sum hugna sær og ikki bara eru alvorligir. Teir vita, at hava teir hug, kunnu teir í langa fríkorterinum mánadag binda, hekkla, tekna ella bara sita og práta saman við øðrum.

Tiltakið er lutfalsliga nýtt, so enn er ov tíðliga at siga nakað fyri vist um royndirnar av tí; tað týdningarmesta í løtuni er at gera hetta til ein vana, nakað vit gera fast, og eru tað fleiri lærarar, sum vilja, so kunnu tað verða til fleiri fríkorter, sigur Súsanna Brekku.

- Tað er gott at velja lang fríkorter til hetta, og fríkorter, tá teir eldru og yngru næmingarnir eru saman. Vit fara at royna at skipa hesar løturnar oftari. Mestsum allir lærarar, í øllum førum kvinnurnar, hava stokkar í taskuni, so hetta er bara at flyta okkum út úr lærarastovunum, har vit binda í fríkorterunum, út á gongina at binda og hekkla saman við næmingunum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni