Tíðindi

Næmingar og foreldur skulu kunnast um internetvanarnar

Kanningin, sum skúlastýrið í Eysturskúlanum í Havn hevur latið gera av m.ø. internetvanunum hjá næmingunum frá 4.-9. flokki verður ikki løgd í eina skuffu og gloymd. Hon skal brúkast í skúlanum, sigur Magni á Lakjuni, formaður í skúlastýrinum

03.02.2016

Nógvar kanningar eru gjørdar av netnýtsluni hjá børnunum; tann nýggjasta í føroyskum høpi er kanningin, sum skúlastýrið í Eysturskúlan læt gera í mars í fjør. Úrslitið í kanningini leggur seg upp at úrslitum í øðrum kanningum, sum sigur, at børn brúka ógvuliga nógva tíð á netinum.
- Endamálið við tílíkari kanning er, at lærarin kann nýta kanningina í flokkinum og tosa um internetvanar. Hvat sigur gransking viðvíkjandi netnýtslu, songartíð, teldunýtslu áðrenn/í songini og so framvegis. Lærarin hevur við kanningini fingið nøkur fakta um nýtsluna hjá næmingunum og kann tosa út frá hesum. Annað endamál við kanningi er at gera foreldur varug við netnýtsluna og soleiðis kunna tosa við barnið um hetta, sigur Magni á Lakjuni.

Kanningin varð gjørd talgild av skúlastýrinum. Spurningarnir vóru gjørdir í samstarvi við foreldraumboðini í flokkunum - og lærarin fekk eina leinkju, sum børnini fingu á teldupostin, tá farið var í teldustovuna í Eysturskúlanum at svara kanningini. Tað vóru um 170 børn, sum svaraðu.

Úrslitið av kanningini vísir ikki óvæntað, at netnýtslan økist so hvørt børnini gerast eldri, at nógvir næmingar brúka nógvar tímar hvønn dag á internetinum, at nógvir teirra hava snildfonina, teldilin ella telduna við í song og brúka hana har.

Á foreldrafundi herfyri var kanningin løgd fram.

Lesið greinina: http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Default.aspx?ID=219&Purge=True

Mynd: Birgir Kruse


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni