Tíðindi

Næmingar læra um samfelagið

Í Skúlanum við Løgmannabreyt hava tey ein ógvuliga áhugaverda og forkunnuga evnisviku hesa vikuna, har næmingar læra, hvussu tað er at vaksin og tjena (og brúka) sínar egnu pengar.

04.11.2015

 

Endamálið er, at næmingarnir skilja, hvussu eitt samfelag hongur saman. Í síðstu viku søktu næmingarnir um starv. Lærararnir høvdu gjørt lýsingar til ymisku arbeiðsplássini. Næmingarnir skuldu í umsóknini greiða frá, hví júst teir vóru rættu persónarnir at starvast í eitt nú bankanum, og hvørjar sterkar síður teir høvdu. Lærararnir skuldu síðani velja út, hvørjir næmingar sluppu at starvast hjá teimum, og fríggjadagin fingu næmingarnir at vita, hvar teir fingu starv. Og júst sum í veruliga samfelagnum kemur tað fyri, at næmingar ikki trívast og tí siga upp. Og tá fer mann sjálvandi í ALS, sum hjálpir næminginum í nýtt starv.

 

Men hvat kunnu næmingarnir so arbeiða við? Har eru vælverustova, kaféir, møguleiki at røkja ponyhestar, tú kanst vera lærari, arbeiða í listaverkstaði, í Kringvarpinum og gera film - ja snøgt sagt alt tað, sum hoyrir einum vanligum samfelag til. Hvønn dag fara næmingarnir í bankan eftir pengum. Teir fáa 200 SVL krónur (SVL stendur sjálvandi fyri Skúlin við Løgmannabreyt), og hevur mann ikki verið til arbeiðis, ja, so fær mann ongar pengar. Peningin brúkar mann, tá mann skal til frisør, keypa sær list, fara í biograf, ein túr á hestbaki ella í heita pottin. Ein vælverustova uttan hitapott er eingin verulig vælverustova, so tí eru sjálvandi eisini hitapottar...

 

Nógv er at brúka pengarnar til, og næmingarnir hugna sær óført – tað gera lærararnir eisini – sum eisini fáa 200 SVL krónur um dagin.

 

Skúlin vónar, at foreldur leggja sær leiðina inn at hyggja eftir SVL samfelagnum.

 

Farið inn á heimasíðuna http://www.svl.fo/?p=244 har hópin av myndum frá evnisvikuni eru.

 

Kelda: svl.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni