Tíðindi
02.11.2016
Á stóra Viku 44 tiltakinum í Norðurlandahúsinum í fjør – Skúlin í netsamfelagnum - legði Nám fram norðurlendska verkætlan, sum gevur næmingum og lærarum møguleika at skapa egnar samvirknar bøkur og at geva tær út á app til flokkin ella skúlan.
Nógvir lærarar teknaðu seg til at sleppa at royna skipanina og appina í tríggjar mánaðir, men skipanin varð tíverri ikki tøk fyrr enn eftir nýggjár, og tí vóru tað bara nakrir fáir lærarar, sum royndu skipanina í vár.
Men nú er hon skipanin tøk fyri allar skúlar, lærarar og næmingar. Og umframt at gera samvirknar myndabøkur kunnu lærarar og næmingar eisini gera lærandi veiðuspøl.
Ókeypis royndarár
Tað er íslendska felagið, Locatify, sum hevur staðið fyri verkætlanini, og í samband við at nýggja appin verður løgd fram á stóru skúlaráðstevnuni SETT í Malmø í Svøríki í hesum døgum, fáa allir skúlar í Norðurlondum, eisini teir føroysku, møguleika at nýta bæði bókaskipanina, GoldWorm Education, og veiðuskipanina, GoldHunt Education, ókeypis í eitt ár.
Tey, sum hava hug at royna framleiðsluskipanina og appina, kunnu stovna kontu hjá íslendska felagnum her: https://locatify.com/signup. Tá ið tit stovna kontuna, skulu tit skriva koduna “MYGIFT”, og so fáa tit eitt ókeypis royndarár uttan bindingar.
Samvirknar myndabøkur
Við bóka-appini gert tú myndabøkur á telduni og gevur tær út í einari app, sum riggar á teldlum og telefonum. Næmingarnir hava atgongd til sína egnu bøkur, og lærarin sær bøkurnar hjá øllum sínum næmingum. Tá næmingurin gevur bókina út við at leggja hana út á appina, kann hann velja at geva hana út til allan flokkin/skúlan ella bara til sín sjálvs.
Næminganir gera bøkurnar við at seta orð og myndir inn á talgildar síður. Tey kunnu gera bókina samvirkna við lutum, sum flyta seg, og lutum, sum geva ljóð frá sær. Tey kunnu leggja talu inn, soleiðis at tekstur og upplestur verða synkroniserað. Og tey kunnu seta samvirknar spurningar inn í bókina, so lesararnir kunnu royna sína vitan og t.d. fáa stig fyri røtt svar. Eisini ber til at geva bókina út á fleiri málum í senn.
Geogatching við GPS og ymiskum avbjóðingum
Íslendska felagið Locatify hevur drúgvar royndir við samvirknum, gps-atknýttum ferðavegleiðingum, og í tí sambandi hava tey eisini gjørt eina skipan til veiðuspøl, sonevnd geo-catching spøl, sum eisini er lagað til undirvísing.
Skipanin verður nevnd Goldhunt, og við henni kann lærarin geva næmingum uppgávur og avbjóðingar, sum við gps-skipan verða knýttar til ymisk støð í lokalumráðnum. Næmingarnir kunnu eisini gera veiðuspøl til hvønn annan, og eisini ber til at leggja spølini út til onnur, t.d. aðrar flokkar og skúlar, at royna.
Tá spælið verður sett í gongd, sær næmingurin, hvar hann er á einum korti, og hann sær, hvar fyrsti “skatturin” liggur. Tá næmingurin nærkast skattinum, letur fyrsta avbjóðingin seg upp, og hann kann t.d. verða biðin um at rokna okkurt út, sum hann sær á staðnum. Spælið kann skipast, soleiðis at antin einstaklingar ella bólkar kappast, og tá spælið er liðugt, síggja øll, eisini lærarin, úrslitið.
Vegleiðandi skíggjavarp um at gera samvirknar myndabøkur á Goldworm er her: https://vimeo.com/153368472
Vegleiðandi skíggjavarp um at gera GPS veiðuspøl á Goldhunt er her: https://vimeo.com/119151331
Eru ivamál ella spurningar, kunnu tit seta tykkum í samband við dorit@nam.fo