Tíðindi
14.01.2020
Málbólkurin er hádeild, tað er frá 7. flokki til og við 10. flokk.
Orsøkin er, at liðin eru 75 ár síðan týningarlegurnar Auschwitz-Birkenau vórðu fríaðar, og í ár er fyrstu ferð, at altjóða dagur til minnis um Holocaust verður hildin í Føroyum 27. januar, soleiðis sum Føroya løgting hevur samtykt. Álagt er Námi at skipa dagin, sum verður hildin um hetta mundið á hvørjum ári.
Nám og Amnesty International Føroyar bjóða tí skúlunum eitt tiltak, har serliga verður hugsað um næmingarnar í hádeild. Tiltakið, sum varir 90 minuttir, er fyrrapart klokkan 9:00-10:30.
Innihaldið er fyrst fyrilestur við Rólandi og Elsu í Skorini, sum bæði fara at tosa um Holocaust. Í seinnu hálvu fer Heini í Skorini at tosa um fólkadráp í nýggjari tíð og um mannarættindi.
Vístir verða tríggir nýggir føroyskir stuttfilmar, sum Nám hevur gjørt um Holocaust á temasíðuni á undirvísingarportalinum Snar. Filmarnir verða frumsýndir í sambandi við hetta tiltak.
Fyriskipararnir heita á skúlabókavørðin at hava eina framsýning úti á skúlunum við bókum um Holocaust. Hugskot um hetta er sent úr Námi til skúlabókavørðin.
Skúlarnir kunnu melda til hjá Námi við at skriva til birgir@nam.fo í seinasta lagi fríggjadagin 17. januar.