Tíðindi

Næmingar hava brúk fyri flowupplivingum

Stór kanning av 9. floksnæmingum í danska fólkaskúlanum, sum Hans Henrik Knoop, professari og granskari, og starvsfelagar hansara gjørdu á sinni, vísir, at umleið helvtin av næmingunum ikki ynskja meiri læring á tann hátt, sum undirvíst verður. Ein stórur partur av næmingunum vanta flowupplivingar, sum sambært Hans Henrik eru alneyðugar, skulu vit basa fallandi áhuganum fyri skúla og mistrivnaði í fólkaskúlunum.

27.09.2023

Sambært Hans Henrik Knoop eru børn “fødd til at spæla”.

- At spælið er nokk besta dømið um, hvat tað merkir at vera í flow. Vit vita øll, hvat tað merkir at vera “inni í spælinum”, har vit mugu gera okkum ómak fyri ikki at missa hugsavnan, samstundis, sum vit hava eina kenslu av, at okkara hugsavnan kennist leikandi lætt. Men tíverri kemur tað regluliga fyri, at skúlin mótarbeiðir flowupplivingum hjá næmingum, men tað nýtist ikki at vera so, sigur hann.

Umframt at vera týðandi fortreyt fyri trivnaði, føra flowupplivingar til djúpastu læring. Tískil eiga lærarar at hava sum mál, at næmingar regluliga koma í flowstøður. Vilja lærarar økja um sannlíkindini fyri, at næmingar koma í flow, eru einfaldar grundreglur m.a.:

* Góðir møguleikar hjá næminginum at handla frítt innan fyri avtalaðar karmar. Lærarar kunnu ikki fjarstýra flow.

* Ítøkilig mál og reglur, har næmingurin yvirorðnað skilir endamálið.

* Torleikastig skal kunna broytast og neyvstillast, soleiðist at næmingurin kennir seg hóskandi avbjóðaðan.

* Næmingurin skal kunna merkja um hann/hon er á rættari kós ella ikki, umframt at vera trygg/ur við møguliga at gera feilir.

* Viðurskifti, ið órógva hugsavna eiga ikki at vera til staðar.       

Hvat er flow? Hví er tað so týdningarmikið? Og hvussu fáa fakfólk skapt flowupplivingar í fólkaskúlunum? Hetta og annað viðkomandi fer Hans Henrik Knoop at undirvísa í á evnisdegnum við heitinum, Fra skolevægring til skoleglæde: Hvordan man kan fremme flow, trivsel og faglighed for alle i skolen.

Evnisdagurin verður í Smæruni 27. mai 2024. Atgongumerki fáast við at venda sær til salarfrodi@salarfrodi.fo. Prísurin fer upp 1. desembur.

Hans Henrik Knoop er granskari, professari á Aarhus Universiteti og universiteti í Suðurafrika. Hann er millum mest umbidnu fyrilestrarhaldarum í Danmark, tá ið talan er um undirvísing og námsfrøðiliga sálarfrøði. Eisini er Hans Henrik Knoop kendur fyri at geva bøkur út um didaktikk, positiva sálarfrøði og fyri sjónvarpsrøðir um læring á DR2 og TV2. Umframt at hava verið formaður í European Network for Positive Psychology hevur Hans Henrik Knoop samstarvað við upprunamannin til ástøðið um FLOW, Mihaly Csikszentmihalyi, og tað er júst Flow, ið verður eitt av høvðusevnunum, sum Hans Henrik Knoop fer at undirvísa í á evnisdegi í Smæruni 27. mai 2024.

Fyritøkan Sálarfróði skipar fyri tiltakinum.

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni