Tíðindi
03.12.2015
Av dreingjunum, sum ganga í 5. flokki, eru 84,5 prosent teirra glaðir fyri flokkin og føla, at teir hoyra heima í skúlanum. Samsvarandi tøl fyri genturnar eru 81 prosent.
Í níggjunda flokki dámar 77,3 prosent av gentunum flokkin og skúlan; samsvarandi tøl fyri dreingirnar eru 81,7 prosent. Samanborið við dreingirnar vísa genturnar eitt sindur størri fakligan áhuga fyri undirvísingini.
Tað sæst í spurningum, ið hava samband við fakliga áhugan hjá næmingunum, har genturnar svara meiri positivt enn dreingirnir upp á 4 av 5 spurningum. Serliga vísa genturnar fakligan áhuga, tá ið talan er um at lurta eftir í undirvísingini, at luttaka virkið í bólkaarbeiði, ikki at keða seg og at gera skúlating.
- Næmingarnir eru meginpartin av degnum í skúla, og tí er tað eisini avgerandi, at teimum dámar flokkin og kenna, at tey hoyra heima í skúlanum. Henda kanningin vísir, at tað gera tey flestu, men vit skulu framhaldandi arbeiða við at bøta um trivnaðin í skúlanum. Ikki minst í eini tíð, har so stórar broytingar fara fram í fólkaskúlanum, er tað umráðandi, at næmingarnir hava tað gott í skúlanum, sigur Ellen Trane Nørby, ráðharri fyri børn, undirvísing og javnstøðu.
Kanningin vísir eisini, at útbúgvingarstigið hjá foreldrunum hevur lítlan týdning, tá ið næmingarnir verða spurdir, hvørt teimum dámar flokkin og føla seg sum heima í skúlanum. Fyri næmingarnar í 5. og 7. flokki vísir tað seg vera ein samanhangur ímillum bakgrundina hjá foreldrunum og fakliga áhugan hjá næmingunum. Tó staðfestir kanningin ikki hagtalsfrøðiligan samanhang millum útbúgvingarstigið hjá foreldrunum og fakliga áhugan hjá næmingunum fyri skúlanum, tá ið tað snýr seg um næmingarnar í 9. flokki.
Kanningin er gjørd sum liður í eftirmeting, ið Kenslumálaráðið í Danmark hevur tikið stig til í sambandi við stóru nýskipanini, sum er farin fram í fólkaskúlanum.
Kelda: uvm.dk
Savnsmynd (tikin í Sands skúla í 2014: myndatakari: Turið Kjølbro)