Tíðindi

Náttúruvísindaligur lesiførleiki ein lyklaførleiki

Tað er álvarsamt, at 15 ára gamlir skúlanæmingar í Føroyum eru meiri enn eitt heilt skúlaársverk aftanfyri í náttúruvísindaligum lesiførleikum samanborið við javnaldrar teirra, sum vit vanliga samanbera við, tí náttúruvísindaligur lesiførleiki er ein lyklaførleiki

08.12.2016

Náttúruvísindaligur lesiførleiki hevur alstóran týdning bæði á nationalum og altjóða stigi, tí stórar avbjóðingar standa fyri framman at útvega nóg mikið av vatni og mati, hava tamarhald á sjúkum, útvega nóg mikið av orku og at laga seg til veðurlagsbroytingar. Nógvir av hesum alheimsspurningunum taka seg eisini upp lokalt, har einstaklingar skulu taka avgerðir um tiltøk, ið hava ávirkan á teirra egnu heilsu og matvøruveiting, nýtslu av tilfari og nýggjari tøkni og orkunýtslu. At fáast við hesar avbjóðingar fer at krevja eitt stórt íkast frá náttúruvísindum og tøkni, stendur at lesa í frágreiðingini um PISA-kanningina 2015.

Ein fortreyt fyri hesum er, sambært Evropakommissiónini, at politiskar og etiskar tvístøður innan náttúruvísindi og tøkni verða loystar við einum upplýstum orðaskifti, sum krevur, at ung fólk hava eitt náttúruvísindaligt tilvit. Harumframt verður sagt: “hetta merkir ikki, at øll skulu skúlast til náttúruvísindaligar serfrøðingar, men at tey skulu vera før fyri at hava ein tilvitaðan leiklut, tá val skulu takast, sum ávirka teirra umhvørvi, og í høvuðsheitum at skilja tær sosialu avleiðingarnar av orðaskifti millum serfrøðingar”. Við tað at náttúruvísindalig vitan og tøkni grundað á náttúruvísindi er ein munandi partur av gerandisdegnum, bæði persónliga, sosialt og arbeiðsliga, so er tað at skilja náttúruvísindi og tøkni ein meginfortreyt fyri, hvussu tilbúgvin ein ungdómur er til lívið.

Uttan iva fara nógvar av avbjóðingunum í 21. øld at krevja nýhugsandi loysnir, sum hava støði í náttúruvísindaligari tankagongd og viðrakingum. Til hetta fara samfeløg at hava tørv á einum kjarna av vælútbúnum vísindafólkum at standa fyri gransking og at fremja alneyðuga nýhugsan fyri at standa ímóti teimum búskaparligu, sosialu og umhvørvisligu avbjóðingunum, sum heimurin stendur fyri.

Tí er náttúruvísindaligur lesiførleiki ein lyklaførleiki, sum verður allýstur við orðum sum “førleikin samvirkið at nýta og knýta saman vitan og kunning” – tað er “at skilja hvussu hon [náttúruvísindalig vitan] broytir mátan, sum samskiftast kann við heimin, og hvussu hon kann verða brúkt til at røkka størri málum”. So statt er náttúruvísindalig undirvísing hjá øllum næmingum og lesandi eitt meginendamál. Sjónarmiðið um neyðugan náttúruvísindaligan lesiførleika, sum er grundarlagið undir altjóða kanningini í 2015 av 15-ára gomlum næmingum, er eitt svar upp á spurningin: Hvat er týdningarmikið hjá ungum fólkum at vita, virða og at vera før fyri at gera í støðum, sum hava við náttúruvísindi og tøkni at gera?

Nógvar av náttúruvísindaligu námsætlanunum í skúlum kring heimin eru grundaðar á ta hugsjón, at meginendamálið við at undirvísa í náttúruvísindaligum evnum er, at tilbúgva eitt komandi ættarlið av náttúruvísindafólkum heldur enn at hugsa um skúlaskap sum ein útbúgving til at vera borgari. Hesi bæði endamálini eru ikki altíð sambærlig. Í eini roynd at loysa ósamsvarið millum tørvin hjá tí stóra hópinum av næmingum, ið ikki fara at gerast náttúruvísindaligir granskarar, og tørvin hjá teimum fáu, sum fara náttúruvísindaliga vegin, verður nú lagdur dentur á broyttar undirvísingarhættir, har rannsakandi kanningar eru týðandi partur av undirvísingini í náttúruvísindum, umframt at nýggjar námsskipanir eru gjørdar, sum taka atlit til tørvin hjá báðum bólkum. Ætlanin við hesum broyttu undirvísingarháttum og tilhoyrandi námsætlanum er ikki at útbúgva nakrar einstaklingar, sum skulu gerast framtíðar granskarar í náttúruvísundum; heldur er ætlanin at útbúgva øll ungfólk at gerast vitandi, kritiskir brúkarar av náttúruvísindaligum kunnleika.

So statt verður náttúruvísindaligur lesiførleiki í PISA 2015 allýst við hesum trimum førleikunum:

* náttúruvísindaliga at greiða frá fyribrigdum
* meta um og leggja til rættis náttúruvísindaligar kanningar
* tulka dátur og próvførslur náttúruvísindaliga

Allir hesir førleikar krevja vitan. Til dømis krevst fyri at kunna greiða frá náttúruvísindaligum og tøknifrøðiligum fyribrigdum ein vitan um, hvat náttúruvísindi innihalda. Annar og triði førleikin krevja meira enn bara kunnleika um, hvat vit vita; hesir førleikar eru treytaðir av, at vit skilja, hvussu náttúruvísindalig vitan er útvegað, og í hvønn mun álit er á hesi vitan.

Tørvur er á øllum trimum sløgunum av náttúruvísindaligari vitan fyri at kunna nýta teir tríggjar førleikarnar í náttúruvísindaligum lesiførleika. Í PISA 2015 verður dentur lagdur á at kanna, í hvønn mun 15 ára gomul á hóskandi stigi eru før fyri at brúka teir tríggjar áðurnevndu førleikarnar, bæði tá tað snýr seg um persónlig, staðbundin og alheims viðurskifti. Í sambandi við PISA-kanningina verða hesir førleikar einans kannaðir við støði í tí vitan, sum tað er rímiligt at vænta, at 15 ára gamlir næmingar longu hava. Hetta perspektivið er øðrvísi enn tað hjá nógvum skúlaskipanum, við tað at hesar mest arbeiða við innihaldsvitan. Hugtakskarmurin er í staðin grundaður á eitt breiðari sýni á tað slagið av náttúruvísindaligari vitan, sum er neyðug, so at borgarar til fulnar kunnu vera partur av samfelagnum.

Ein náttúruvísindaliga lesiførur persónur eigur at vera førur fyri at tulka og skilja grundleggjandi sløg av náttúruvísindaligum dátum og próvførslum, sum uppáhald og niðurstøður eru grundaðar á. Hesin førleiki krevur ofta, at øll trý sløgini av náttúruvísindaligari vitan verða brúkt.

Í 2015 fingu føroysku næmingarnir í miðal 447 stig, og har var ógvuliga lítil munur á úrslitinum hjá gentum og dreingjum. Hetta úrslitið er ógvuliga líkt teimum úrslitum, sum føroyskir næmingar fingu í 2012 og 2009, men hetta er ein munandi framgongd frá 2006, tá náttúruvísindi eisini vóru fokusøki. Eftir úrslitið í 2006 vórðu fleiri tiltøk sett í verk, millum annað fingu 1., 2. og 3. flokkur nógvar tímar afturat, serliga í lesing og rokning, tí fatanin var, at orsøkin til vánaliga úrslitið var, at næmingarnir ikki høvdu nøktandi lesi- og rokniførleikar. Tiltøkini í 2006 vóru serliga vend móti innskúlingini, og tí hava tey ikki í serliga stóran mun fevnt um tey, sum luttóku í PISA 2009, tá úrslitið í náttúruvísindum tó var munandi betri. Orsøkin til betra úrslitið kann vera, at vit í 2009 vistu betur, hvat PISA snúði seg um. Úrslitini hava spakuliga kvinkað uppeftir síðan 2009, men als ikki í sama mun sum í lesing og støddfrøði.

So statt eru tað nú í 2015 serliga náttúruvísindi, sum hála føroyska miðaltalið niðureftir. Miðal fyri PISA 2015 í náttúruvísindum eru 493 stig, so Føroyar liggja 46 PISA stig niðan fyri miðal. Hetta svarar til meiri enn eitt skúlaársverk. Í náttúruvísindum kunnu Føroyar samanberast við lond, sum liggja í niðara enda av OECD-londunum. Flestu Norðurlondini hava eitt munandi hægri miðaltal í náttúruvísindi enn Føroyar, sum til samanberingar liggur eitt vet niðan fyri Ísland.

Kelda: PISA-frágreiðingin 2015

Mynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni