Tíðindi
21.03.2016
Kanning, sum Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði, náttúru og tøkniundirvísing á Námsvísindadeildini hevur gjørt, setir tann áhugaverda spurningin, um tann hugvísindaligi skúlin við teimum hugvísindaligu lærarunum minkar um áhugan hjá næmingunum fyri náttúruvísindum. Náttúruvísindaligu lærugreinirnar fevna um alis- og evnafrøði, støddfrøði, lívfrøði og náttúru og tøkni. Í skráseting av tímunum, sum verða brúktir til hesar lærugreinirnar, samanborið við tær hugvísindaligu, sæst skjótt, at tær náttúruvísindaligu eru við sviðusoð.
- Velja næmingarnir alis- og evnafrøði umframt týskt sum valfak í framhaldsdeildini, so fara 59 prosent av tímunum til hugvísindaligu lærugreinirnar, 26 prosent til náttúruvísindaligu lærugreinirnar og 16 prosent til handaligu og skapandi lærugreinirnar. Føroyskt og støddfrøði standa fyri ávikavist 24 og 19 prosent av samlaða tímatalinum. Eftir eru 35 tímar til aðrar hugvísindaligar lærugreinir, men bara 7 prosent til náttúruvísindaligu lærugreinirnar, skrivar Erla Olsen í greinini Týðandi og minni týðandi lærugreinir, sum stendur í Frændafundum.
Greinskrivarin vísir til útlendskar kanningar, sum siga, at í ídnaðarlondum eru næmingar ikki serliga hugtiknir av náttúruvísindaligu lærugreinunum, og halda ikki, at tøkni fer at gera teirra framtíðar arbeiði meiri spennandi. Spurningurin er, um samband er millum áhugan hjá komandi lærarum og tann áhuga, sum tey leggja í næmingarnar.
- Tað eru fleiri ábendingar um tað. Tað er umráðandi, at lærarin er fyrimynd og undangongufólk hjá næmingunum. Í fyrstani eru næmingarnir kanska bara hugtiknir av vitanini og áhuganum hjá læraranum, men so hvørt næmingarnir taka hetta til sína, kann hetta eisini síggjast aftur í virðum og áhuga hjá næmingunum sjálvum. Tá lærarin undirvísir, verður ikki bert miðlað um eitt ávíst undirvísingarevni, men eisini støðutakan og áhugi – ella vantandi áhugi – fyri sama evni verða miðlað.
Stórur partur av lærarunum í fólkaskúlanum eru konufólk; ein amerikonsk kanning bendir á, at hugburðurin hjá kvinnuligum lærarum ávirkar serliga gentur og í minni mun dreingir. Kanningin vísti, at einki samband var millum, hvussu tryggur ella ótryggur lærarin var í støddfrøði og næmingarnar við ársbyrjan, men við skúlaársenda vísti tað seg, at størri ótryggleiki var hjá lærarunum, størri vóru sannlíkindini fyri, at gentur – ikki dreingir – tóku undir við páhaldinum um, at dreingir duga støddfrøði, meðan gentur duga væl at lesa. Harafturat kláraðu genturnar við teimum ótryggu lærarunum seg eisini verri í lívfrøði. Sama kanningin er ikki gjørd at staðfesta, hvussu støðan hevði verið, um talan var um mannligar lærarar.
Erla Olsen umrøður hesi viðurskifti nærri í viðgerð, sum er í Frændafundum, ið júst er komin út í bók.