Tíðindi

Náttúran inn í skúlan og skúlin út í náttúruna

Vit kunnu ikki siga, at vit eru ein skúli, sum leggur dent á náttúruna, um vit ikki fara út í náttúruna, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri

27.10.2021

Partur av virðisgrundarlagnum hjá Skúlanum á Fløtum er at stremba eftir at fáa náttúruna at verða størri part av øllum tí, ið rørir seg í skúlanum og undirvísingini. Tað krevur, at lærarar og næmingar í nógv størri mun, enn siðvenja hevur verið, hugsa náttúruna inn í undirvísingina, umframt at lærarar, leiðsla og næmingar miða eftir at gera skúlan so umhvørvisvinarligan sum til ber.

- Vit kunnu ikki siga, at vit eru ein skúli, sum leggur dent á náttúruna, um vit ikki fara út í náttúruna. Vit miða eftir at fara nógv meiri út í náttúruna, soleiðis at næmingarnir kenna nærumhvørvið. Risastór kykt myndprýða uttanduraøkið í skúlanum; hesi hava vit fingið frá Náttúrugripasavninum. Eitt av kjarnuvirðunum hjá forskúlanum er at vera úti; ein dag um vikuna er útiskúli har. Vit hava útiskúla fyri summum flokkum av og á, men ætla at skipa tað meiri fast, eitt nú við at hava útiskúla regluliga fyri næmingunum í grunddeildini.

Tað tekur tíð og tillaging at venja bæði lærarar og næmingar at fara meiri út at hava undirvísing, ásannar skúlastjórin, og somuleiðis eisini at draga náttúruna inn í undirvísingina, til dømis hana, sum fer fram í serhølunum.

- Vit hava eina náttúru- og tøknistovu, sum kann spulast, tá ið hon skal vaskast, og eg vænti, at hon javnan er gravskitin. Jú gravskitnari, jú betri, og jú fleiri karmar, børnini fáa, jú betri. Næmingarnir læra betur um síl við at sleppa at fiska síl, heldur enn bara at lesa um tey í eini bók. Í forskúlanum og grunddeildini eru altíð tveir lærarar um næmingarnar, tá ið farið verður út í náttúruna, og tí er tað ráðiligt at fara. Sum ábyrgdarfullur vaksin hevur tú skil fyri tí, tú gert; tú hugsar um, hvat tú gert, og hvar tú fert við teimum. Sjálvandi fert tú ikki í eina á við børnum, tá ið áarføri er. Mangan snýr tað seg um, at tað er lættari at vera í skúlastovuni við næmingunum, heldur enn at fara út.

Skal náttúran gerast størri partur av skúlanum er at vera tilvitaður um orkunýtsluna. Burturkastið er eisini partur av hesum, og arbeitt verður við at gera eina skipan við sankutøð.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni