Tíðindi

Námsætlanirnar í náttúruvísindum eiga at verða greiðari

Námsætlanirnar í náttúruvísindaligu lærugreinunum skulu endurskoðast; stendur tað til Erlu Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði og náttúru og tøkniundirvísing á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, so eigur tað at gerast greiðari í námsætlanunum, hví næmingurin skal læra tað, sum tað stendur, at hann skal læra, og hvat tað skal brúkast til.

08.05.2017

- Í verandi námsætlanum sakni eg at fáa at vita, hví næmingurin skal læra tað, sum hann skal læra; til dømis stendur tað, at næmingurin skal læra um fotosyntesu; hví tað er umráðandi at læra hetta, stendur einki um. Lærarar vita ivaleyst, hví næmingurin skal læra um fotosyntesu, men tá ið tað ikki stendur nágreinað, hví hetta er umráðandi at læra, er tað ikki sjálvsagt, at hann formidlar víðari til næmingin, júst hví hetta er umráðandi. Úrslitini í PISA-kanningunum avdúka, at næmingurin hevur sera ilt við at skilja fyribrigdi ástøðiliga, at greiða frá einum fyribrigdi ella hugtaki ástøðiliga, og at brúka háttaløg. Nógv svara ikki spurningum, sum hava við tað ástøðiliga og háttaløg at gera, og tey flestu, sum svara, svara skeivt. Hetta er ein álvarsom ábending um, at skúlin ikki lærir næmingarnar at grundgeva fyri, hví ymiskt náttúruvísindaliga hendir, sigur Erla Olsen.

Í PISA-kanningini frá 2015 vóru tað serliga náttúruvísindi, sum hálaðu føroyska miðaltalið niðureftir. Miðal fyri PISA 2015 í náttúruvísindum vóru 493 stig; Føroyar liggja 46 PISA stig niðan fyri miðal. Hetta svarar til meiri enn eitt skúlaársverk. Í náttúruvísindum kunnu Føroyar samanberast við lond, sum liggja í niðara enda av OECD-londunum. Flestu Norðurlond hava eitt munandi hægri miðaltal í náttúruvísindum enn Føroyar, sum til samanberingar liggur eitt vet niðan fyri Ísland. Ísland hevur havt eina støðuga niðurgongd síðan 2003.

Lesið samrøðu við Erlu Olsen í Skúlablaðnum, sum kom síðst í apríl.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni