Tíðindi
17.12.2024
Støðisnámsætlanin er liðug og var sett í gildi í august í 2023. Somuleiðis eru námsætlanirnar í føroyskum, náttúru og tøkni, donskum og føroyskum sum annaðmál fyri fólkaskúlanæmingar lidnar og settar í gildi í august 2023. Í august í ár kom námsætlanin fyri kravda undirvísingarevnið kvæðamentan, kvøðing og føroyskan dans. Leiðbeiningarnar til allar hesar lærugreinirnar eru eisini lidnar. Væntandi verða námsætlanirnar í støddfrøði, heimstaðarlæru, alis- og evnafrøði og í undirvísingarevninum heilsukunning og seksualupplýsing lidnar til skúlaársbyrjan í 2025. Næmingar, sum nú ganga í hádeildini, gera seg lidnar í skúlanum eftir gomlu námsætlanunum. Teir, sum ganga í grunddeildini og miðdeildini, taka við nýggju námsætlanunum so hvørt tær verða settar í verk.
- Vit leggja okkum eftir at gera eina lærugrein lidna í senn frá lægsta til hægsta stig, og læraraleiðbeiningin er liðug samstundis. Summar stórar lærugreinir eru eftir at fara undir, eitt nú enskt, søga og kristni; væntandi verður arbeiðið við eitt nú enskum ikki liðugt fyrr enn í august 2026. Námsætlanirnar, sum ikki eru próvtøkulærugreinir, eru øðrvísi at arbeiða við enn tær, sum eru próvtøkulærugreinir. Vit hava eisini ætlanir um at gera námsætlan í handaverki og list, men áðrenn vit kunnu fara undir tað, mugu ætlaðu broytingarnar í fólkaskúlalógini verða avgreiddar. Tí bíðar tað eitt sindur. Vinnulívskunning er kravt undirvísingarevni og hevur ikki havt námsætlan, men hon verður eisini gjørd.
Talan er um dagføring og nýtímansgerð av námsætlanunum og ikki endurskoðan. Í námsætlanunum, sum hava verið í gildi í gott og væl tíggju ár, er hvør einstøk lærugrein lýst við støðisførleikum. Tað hevur havt við sær, at ymsu námsætlanirnar hava verið drúgvur lesnaður, og nógvir lærarar hava funnist at hesum bygnaðinum. Tí er nýggjur bygnaður valdur. Ískoytisøkini eru eisini tikin burtur úr gomlu námsætlanunum í øllum lærugreinunum.
- Tankin við ískoytisøkjunum var, at lærarar høvdu størri frælsi at skipa undirvísingina og velja ymisk evni at taka upp, men av tí at ískoytisøkini eru bundin at somu førleikamálum sum kjarnaøkini, hava tey ikki havt so stóra ávirkan.
Nýggi bygnaðurin ger, at námsætlanirnar eru skipaðar í trý ymisk skjøl. Fremsta skjalið er støðisnámsætlanin, sum er yvirskipað fyri allar lærugreinirnar – á øllum stigum, bæði í fólkaskúla og á miðnámi; tað er gymnasialu og yrkisrættaðu útbúgvingunum. Annað skjalið eru fakligu námsætlanirnar frá lægsta til hægsta stig í einum; hesar eru beinleiðis fakligar uttan at hava yvirskipaða partin við. Triðja skjalið er leiðbeining til lærarar; hesar eru bygdar upp soleiðis, at viðkomandi brot úr støðisnámsætlanini og fakligu námsætlanini eru tikin við umframt útgreinandi tekstur um, hvussu námsætlanin skal skiljast, og hugskot um, hvussu lærarin kann arbeiða sambært námsætlanini. Leiðbeiningar eru gjørdar fyri hvørja deild sær – grunddeild, miðdeild, hádeild, 10. flokk og síðan eisini ymsu deildirnar á miðnámi.
Høvuðstátturin í støðisnámsætlanini er tað albúgvandi. Tá ið talan er um fólkaskúlan, verður støði tikið í grein 2 í fólkaskúlalógini, sum snýr seg um, at næmingurin skal búgvast til at virka í samfelagnum, at mennast sosialt, persónliga og fólkaræðisliga. Harumframt verður komið inn á skapandi tilgongdir og 21. aldar førleikar, sum OECD hevur ásett vera neyðugir, um næmingurin skal kunna klára seg í fjøltáttaða samfelagnum.
Arbeiðið við námsætlanunum er lagt soleiðis til rættis, at verkætlanarbólkurin í Námi ger fyrsta útkastið; lærugreinaráðgevar í Námi og undirvísarar á Námsvísindadeildini eru eisini við í hesi tilgongdini umframt fylgibólkar við lærarum úr ymsum skúlum umboðandi bæði fólkaskúla og miðnám.
- Tá ið námsætlanin er arbeidd ígjøgnum av øllum pørtum, eru uppskot av námsætlanini send út í allar skúlar og aðrar viðkomandi partar til hoyringar; tað veri seg Undirvísingarstýrið, Føroya Lærarafelag, Foreldrafelagið Heim og skúla og onnur. Hoyringin er í grundini almenn í og við, at uppskotini eisini verða løgd út á heimasíðuna, sigur Emmy S. Joensen.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 6, 2024.