Tíðindi

Námsætlanin ein vanlukka fyri móðurmálslærugreinina

Broytingarnar hava havt við sær, at nógv hava ikki vanan at lesa, og nógv megna ikki at lesa langar tekstir. Tað sigur Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini

03.11.2021

Broytingarnar, sum vóru gjørdar í 2011 í námsætlanunum í fólkaskúlanum, har farið var frá, at næmingar í eldru flokkunum í fólkaskúlanum skuldu lesa heildarverk og lata eitt ávíst tal av skrivligum avrikum inn, hava verið til óbótaligan skaða, heldur Lydia Didriksen.  Samsvarandi broytingar vórðu eisini gjørdar í miðnámsskúlanum, og avleiðingarnar av hesum broytingunum síggjast aftur í førleikunum hjá teimum lesandi, sum verða tikin inn á Námsvísindadeildini.

- Samanlagt hava hesar broytingarnar verið ein vanlukka fyri móðurmálslærugreinina. Hetta er ein so stór óheppin glíðibreyt, sum er trupul at leggja upp fyri í læraraútbúgvingini. Broytingarnar hava havt við sær, at nógv hava ikki vanan at lesa, og nógv megna ikki at lesa langar tekstir. Eginleikin at lesa leingi fer, tá ið tú ikki lesur skaldskap ella bøkur sum heild; tú venur teg í grundini av at lesa. Hetta vísir øll gransking, og vit síggja tað tíverri eisini aftur millum læraralesandi.

Broytta námsætlanin hevur gjørt, at týdningurin av at lesa bókmentir á ein hátt er mistur, heldur Lydia Didriksen, og tað er sera óheppið, tí bókmentir fram um alt annað bera mentan millum ættarlið.

- At lesa Heðin Brú og aðrar eldri rithøvundar ger, at tú fært innlit í, hvussu føroyingar hava hugsað, hvussu teir hava livað, hvussu menniskju og samfeløg vóru. Týdningurin av, hvussu umráðandi hetta er, hevur verið minni raðfestur, men síðstu 2-3 árini eru fleiri farin at vísa á, hvussu umráðandi tað er at raðfesta skaldskapin, og hvat hann kann geva okkum. Bara í einum universi kanst tú koma inn í høvdið á øðrum fólkum og læra um tað at vera menniskja, og tað er at lesa bókmentir. Tað at vit kenna okkum aftur í øðrum menniskjum fremur okkara empati og kenslulív. Við at seta okkum inn í, hvussu onnur fólk hugsa og liva, lærir tú at kenna, hvussu onnur hava tað; tú fært kensluna av at hoyra til ein felagsskap, at vit ongantíð eru einsamøll, og at vit hava ábyrgd av náttúruni og øllum rundan um okkum. At duga at lesa millum reglurnar eru sera umráðandi; skaldskaparligt mál er samanborið við yrkismál ikki eitt til eitt. Tú mást lesa millum reglurnar. Skaldskap fremur alt hetta. Tú lærir at lesa á einum abstraktum plani, sum gevur tær grundarlag at lesa akademiskan tekst, tí tú ert noydd at hugsa og flyta teg út um breiddina.

Les samrøðu við Lydiu Didriksen í Skúlablað nr 5, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni