Tíðindi

Námsfrøðingar halda ikki tví- og fleirmæli á dagstovnum vera ein trupulleiki

Í Føroyum búgva fólk úr 117 londum; námsfrøðingar á dagstovnum halda ikki, at tað er ein stór avbjóðing at integrera børn, sum hava fleiri enn eitt mál, vísir kanning, sum lesandi á Námsvísindadeildini hava gjørt

05.12.2016

Kanningin, sum tær tríggjar, Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen, hava gjørt, byggir á spurnablað, sum 54 námsfrøðingar, hjálparfólk og onnur, ið starvast innan námsfrøðiligaøkið, hava svarað; umframt hava tær gjørt eygleiðingar á stovnum og tríggjar kvalitativar samrøður við námsfrøðingar fyri at útgreina ymsar spurningar.

Út frá spurnakanningini, samrøðunum og eygleiðingunum kemur týðiliga fram, at tað gerast alsamt fleiri tví- og fleirmælt børn á dagstovnunum í Føroyum. Hóast talið er vaksandi, so halda námsfrøðingar, ið hava luttikið í kanningini, ikki, at hetta er ein trupulleiki.
- Á einum stovni eru nógvar ymiskar avbjóðingar, og hetta er bara ein av teimum, sigur námsfrøðingur í kanningini.

Hendan útsøgnin bendir á, at námsfrøðingar síggja tví- og fleirmæli sum tilfeingi heldur enn forðing. Eisini siga námsfrøðingar frá, at tví- og fleirmæltu børnini seta sín dám á stovnin á tann hátt, at stovnurin verdur noyddur at hugsa nýggjar leiðir.

Í Føroyum er eingin yvirskipað integratiónsætlan fyri tví- og fleirmælt børn á
dagstovnaøkinum; allir tríggir námsfrøðingarnir, ið koma til orðanna í kanningini, vilja, at orð verða sett á integratión av tví- og fleirmæltum børnum, tí sum støðan er nú, so er tað upp til hvønn einstakan dagstovn, hvussu tey handfara integratión.

Flestu námsfrøðingar, ið hava tikið lut í kanningini, eru samdir um, hvat integratión merkir. Tá ið teir verða spurdir, um tey tví- og fleirmæltu børnini hava trupulleikar við at luttaka í felagsskapinum, siga 65,8% av námsfrøðingunum, at hesi børn ongar trupulleikar hava, meðan 34,2% svara tað mótsatta. Tey, ið svaraðu hetta seinna, siga, at tey tví- og fleirmæltu børnini ikki sleppa upp í part í spælinum, tey eru ósikkur og duga ikki at seta orð á seg ella
skilja ikki, hvat hini børnini siga, vilja ella meina.

Samskiftisførleikarnir hjá teimum tví- og fleirmæltu børnunum eru ikki nøktandi samanborið við hini børnini.
- Tað at samskiftisførleikarnir møguliga ikki eru optimalir, kann hava avleiðingar fyri hesi børnini, av tí at málið er ein so grundleggjandi partur av okkum, tá vit samskifta. Um eitt barn ikki hevur nakað mál, ella um málið er seinkað, kann tað ávirka sosialu førleikarnar hjá barninum, verður sagt.

Av teimum 54 námsfrøðingunum, hjálparfólkunum og øðrum sum hava svarað  spurnakanningini, siga 65,8%, at samstarvið millum foreldrini og heimið er gott, meðan 23,7% siga, at tað er hampiligt.
- Tað er fyrst og fremst er á enskum og fingramáli, at samskiftið fer fram. Tað at samskifta á enskum kann fyri summi tykjast trupult, tí ikki øll eru líka stinn í enskum, og tað kann fyri allar partar vera eitt sindur torført at útrykkja seg á fremmandamáli.

Ein námsfrøðingur sigur “... vit hava ikki truplar samrøður, vit kunnu hava tungar, drúgvar og krevjandi samrøður ...”

Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen lesa námsfrøði á Námsvísindadeildini á fjórða ári; í summar skrivaðu tær bachelorverkætlan um tví- og fleirimælt børn á dagstovnaøkinum. Í sambandi við uppgávuna hava tær kannað, hvussu tví- og fleirmælt børn verða integrerað. Niðurstøða teirra er, at stórur tørvur er á eini integratiónsætlan fyri dagstovnaøkið.

Lesið samrøðu í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni