Tíðindi

Námsfrøðiliga leiðslan hjá tveimum føroyskum skúlaleiðararum

Til tess at varpa ljós á námsfrøðiliga leiðslu í skúlum hevur Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur, í granskingarverkætlanini, Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum, kannað, hvussu skúlaleiðarar útinna námsfrøðiliga leiðslu, bæði út frá sjónarhornunum hjá skúlaleiðarum og lærarum.

28.12.2016

Eitt av endamálunum við hesari verkætlanini var at finna dømir um, hvussu námsfrøðilig leiðsla verður framd í verki í Føroyum til tess at kveikja aðrar skúlaleiðarar at seta meira fokus á teirra námsfrøðiligu leiðslu. Í greinini, Námsfrøðiliga leiðslan hjá tveimum føroyskum skúlaleiðararum, vísir Jóhannes Miðskarð, hvussu tveir skúlaleiðarar útinna sína námsfrøðiligu leiðslu.

Sjálvt um námsfrøðiliga leiðslan hjá hesum báðum skúlaleiðarum er lýst ymist, so kann sigast, at báðar lýsingarnar hava tað í felag, at skúlaleiðararnir ikki hava ein góðan samanhang í teirra námsfrøðiligu leiðslu, tá hugt verður samstundis at, hvat leiðararnir og teir báðir lærararnir siga.

Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, hevur júst lagt síðstu hond á eina granskingarverkætlan, nevnd Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum (NLFF). Verkætlanin er stuðlað av Fólkaskúlagrunninum og Fróðskaparsetrinum.   

Verkætlanin hugsavnaði seg um at kanna, hví tað eru munir á læraranna og skúlaleiðaranna uppfatan av, hvussu skúlaleiðararar útinna námsfrøðiliga leiðslu.

Hetta er triðja greinin av fýra. Lesið greinina her.

Til ber eisini at lesa hinar greinirnar: http://www.lararafelag.fo/fo-FO/F%C3%B3lkask%C3%BAlin/Kanningar-og-%C3%A1lit.aspx


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni