Tíðindi

Nám X í framtíðini

Í tilmæli frá 2012 um skúlabygnaðin í Tórshavnar kommunu mælti ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri allar skúlarnar m.a. til, at Nám X, sum er 10. flokkur í kommununi, at skipanin verður ein sjálvstøðugur skúli við sjálvstøðugari leiðslu

09.03.2017

- Vit vendu okkum til umsitingina í býráðnum fyri einum góðum ári síðan við ynski um at eftirmeta Nám X, sum tey tóku undir við, sigur Bjarni Djurholm, varastjóri í Eysturskúlanum í Havn.

Bjarni Djurholm og hin varaskúlastjórin, Jógvan Martin Mørk, eiga sín stóra leiklut í at hava skipað Nám X í Eysturskúlanum.

- Vit hava virkað síðan 2010. Tað vil siga, at hetta er sjeynda árið, og vit hava havt ta kensluna, at tá ið vit hava verið so leingi í hesi skipanini, so hava vit gjørt okkum nakrar royndir soleiðis, at vit við eini eftirmeting av Námi X kundu komið við nøkrum nýggjum hugskotum um, hvussu skipanin kanska kann broytast og dagførast, sigur Bjarni Djurholm.

Tí hildu tey, sum skipa fyri Námi X, at tað var skilagott, at kommunan tók henda táttin upp, og tí hava tey verið partur av eftirmetingini frá fyrsta degi bæði á leiðslustigi og lærara- og næmingastigi. So tað, sum liggur á borðinum nú, kemst av eini tilgongd, ið hevur vart meira enn eitt ár.

Hinvegin er skúlaøkið tvíbýtt. Kommunan hevur teir fysisku karmarnar, meðan landið hevur ábyrgdina av lærarunum. Tað merkir so í stuttum, at tá ið ein eftirmeting skal gerast, er tað ikki nóg mikið, at tað bara er kommunan, men eisini landsmyndugleikarnir, ið er partur av eini eftirmeting. Tí at tá tað kemur til tað yvirskipaða innihaldið, so er tað ásett við lóg, og tá er tað Mentamálaráðið, sum er partur av teirri tilgongdini.

- Og í tí sambandi hevur kommunan eisini samskift við landsmyndugleikarnar, sigur Bjarni Djurholm.

Hann sigur kortini, at 10. flokkur hevur fáar avmarkingar í fólkaskúlalógini. Hann var sum tingmaður sjálvur formaður í mentanarnevndini hjá Løgtinginum, tá ið lógin varð samtykt í 1997, so hann kennir hana rímiliga væl. Snýr tað seg um 10. flokk, eru fáar ásetingar í lógini burtur sæð frá tí, at vit skulu hava 28 tímar um vikuna, og næmingarnir skulu gera kravda verkætlan. Skúlin skal umframt bjóða nakrar.

- Tað gevur í roynd og veru skúlanum góðar møguleikar fyri at skipa eina undirvísing, sum er øðrvísi.

Tá ið Tórshavnar kommuna í 2008 kom við uppskotinum um at samskipa allar 10. flokkarnar í kommununi, gjørdu tey í Eysturskúlanum í 2009 eitt modell, sum varð til Nám X. Nú Hevur so Mentamálaráðið, gjøgnum Fólkaskúlaráðið, almannakunngjørt tilmæli um, hvussu 10. flokkarnir í Føroyum skulu skipast í framtíðini.

Sambært Bjarna Djurholm er sjónligt, at Fólkaskúlaráðið í síni eftirmeting á fleiri økjum sipar til konseptið hjá Námi X. Haraftrat mælir Fólkaskúlaráðið til, at tað skulu vera fýra 10. flokseindir í Føroyum. Tórshavnar kommuna tekur í síni eftirmeting støði í tí, sum skipað varð sum Nám X í Eysturskúlanum í Havn, og sum framhald av okkara skipan hevur kommunan sum sagt gjørt eina frágreiðing um Nám X.

- Frágreiðingin er eitt skjal, sum tann kommunala politiska skipanin skal byggja sína niðurstøðu á. Ikki fyrr enn býráðið í Havn hevur tikið samanum og boðað frá, hvussu framtíðarviðurskiftini hjá Námi X skulu skipast, kunnu vit virka eftir møguligum broyttum leisti, ella at myndugleikin velur at hildið verður fram sum higartil, sigur Bjarni Djurholm

Ein spurningur er nú: Skal Nám X vera ein sjálvstøðugur skúli, ella skal tað vera partur av einum øðrum skúla, sum tað er í dag? Henda avgerð fer at ávirka framtíðarviðurskiftini og eisini vánirnar hjá Námi X. So nú verður bíðað eftir hvørja leið Tórshavnar Býráð velur. Fyri fáum árum síðan samtykti Løgtingið, at tað var heimilað at 10. flokkar kundu skipast sum sjálvstøðugur skúli.


Myndin:
Bjarni Djurholm, varastjóri í Eysturskúlanum í Havn sigur, at 10. flokkur hevur fáar avmarkingar í fólkaskúlalógini. Hann var sum tingmaður sjálvur formaður í mentanarnevndini hjá Løgtinginum, tá ið lógin varð samtykt í 1997, so hann kennir hana rímiliga væl

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni