Tíðindi

Nám X eftirmett

Í tilmæli frá 2012 um skúlabygnaðin í Tórshavnar kommunu mælti ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri allar skúlarnar til, at Nám X, sum er 10. flokkur í kommununi, at skipanin verður ein sjálvstøðugur skúli við sjálvstøðugari leiðslu

26.01.2017

Hetta tók kommunan ikki støðu til tá. Kommunan er í løtuni í holt við at eftirmeta Nám X. Henda eftirmeting er og fer til hoyringar hjá skúlastýrunum og lærarunum í løtuni, og hon verður væntandi løgd fyri mentamálanevndina hjá býráðnum í vár.

- Har røða vit um, hvørt Nám X skal vera ein sjálvstøðugur skúli ella ikki, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu.

Sigurð Ólason Vang, cand.merc.jur. er leiðari í mentamáladeildini, sum m.a. umsitur fólkaskúlaøkið, mentan, frítíðartilboð og ítróttamál og tilhoyrandi stovnar í Tórshavnar kommunu.

Býráðspolitikararnir hava fingið nakrar valmøguleikar at taka støðu til í sambandi við eftirmetingina.

Nám X heldur til í Eysturskúlanum. Hvar námið fer at halda til í framtíðini er óvist enn, men ikki er alneyðugt, at skipanin skal vera í einum skúlabygningi fyri seg. Um hon verður verandi í Eysturskúlanum, fer tíðin at vísa.

Í fjør vóru tingingar millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið um at fáa eitt gerðarbýti í lag um nakrar bygningar. Prinsipielt gerðarbýti fekst í lag við tí úrsliti, at landið skuldi fáa bygningin á adressuni Frælsinum 20, sum var Føroya Læraraskúli, nú Fróðskaparsetur Føroya og eindin á Frælsinum hjá Skúlanum á Fløtum, fekk handilsskúlabygningin við Marknagilsvegin – Janusargøtu 2 í staðin. Tá varð røtt um at hýsa Námi X í handilsskúlanum beint við síðuna av Glasi, men endalig avtala er ikki fingin í lag enn, og óvist er, um tað verður samtykt.

- Tann transaktiónin er ikki framd í verki, og um hon verður tað, veit eg ikki í løtuni, men politiska skipanin skal taka støðu til, um Nám X skal vera ein sjálvstøðugur skúli, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari.

Spurningurin er altso, um Nám X í leiðsluhøpi verður ein sjálvstøðugur skúli ella ikki. Talan er ikki um teir fysisku karmarnar. Tað er væl møguligt, at fysiskt verður Nám X verandi í Eysturskúlanum, men leyst av leiðsluni har.

- Men vit hava onga endaliga tilráðing um tann spurningin enn.

Mentamálaleiðarin hjá Tórshavnar kommunu sigur, at spurningurin kemur til politiska støðutakan í vár.

Ein fyrimunur við at hava Nám X saman við einum øðrum skúla – sum er í Eysturskúlanum – er, at ein størri lærarahópur er tøkur.

Higartil hevur Nám X eftir øllum at døma riggað, og skipanin hevur breitt seg út um landið, um enn øðrvísi skipað summastaðni.

Alt eftir umstøðunum.

Tórshavnar Kommuna setti í 2009 ein bólk at at leggja støði undir ein øðrvísi 10. flokk, tí flokkurin var vorðin ein námspallur uttan nám, uttan mál og mið. Nám X varð til eitt øðrvísi skúlaár.

Arbeiðið hjá bólkinum bar í sær, at Nám X varð stovnað í 2010.

Námið er stutt og greitt byrjanin til tað vaksna lívið, segði leiðslan í Eysturskúlanum tá. Næmingurin er í miðdeplinum, tí at dentur verður lagdur á, at næmingurin velur eftir áhuga og evnum, at hann búnast og kennir ábyrgd og betrar lestrarførleikan og mennir síni verkligu og skapandi evni.


Myndin:
- Politiska skipanin skal skjótt taka støðu til, um Nám X skal vera ein sjálvstøðugur skúli, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni