Tíðindi
08.03.2017
Í 2016 lá bókin, Rani - ein nýggj byrjan eftir Ingun Christensen ovast á listanum yvir læntar bøkur í miðdeildini; hon kom út í 2014. Næst eftir henni kom Brennivargurin eftir Jógvan Isaksen; henda bókin er frá 1991. Trið á listanum var, Rani - vár og vónir, sum er framhald av Rani - ein nýggj byrjan; hon kom út í 2015.
- Bøkurnar um Rana eru ógvuliga væl umtóktar, tann fyrra bókin um Rana var eisini mest lænt í 2015; orsøkin er ivaleyst, at hesar bøkurnar eru upprunaføroyskar, tær taka støði í føroyskum viðurskiftum, sum vit kenna, og evnini í bókunum eru viðkomandi, til dømis hjúnaskilnaður, flyting, happing og viðurskifti millum systkin; umframt eru bøkurnar ikki tjúkkar. At høvuðspersónurin er drongur er eisini ein fyrimunur, í øllum førum hjá dreingjum, sum hava ilt við at lesa bøkur, sum eru ov gentusligar. Bøkurnar um Rana verða nógv brúktar í fimta flokki. Tey, sum lesa ta fyrru, lesa ofta ta seinnu eisini.
- Brennivargurin verður mest lisin í fimta og sætta flokki; hóast henda bókin er gomul, rakar hon enn væl; hon hevur verið millum mest læntu bøkur í nógv ár, sigur Lis G. í Jákupsstovu, bókavørður á Námi.
Hvat tað er, sum ger, at ein bók verður nógv lænt, og at aðrar detta niður ímillum, er ilt at siga. Á skrásetingunum síggja vit, at somu bøkur ganga aftur og verða nógv læntar, meðan aðrar, sum eisini eru góðar, verða lítið læntar. Toppskorarin í fjør, Rani - ein nýggj byrjan, varð lænt 15 ferðir í flokssetti í fjør og 12 ferðir árið fyri.
- Lærarum dámar sera væl, at uppgávur eru bøkurnar; tíverri eru uppgávur ikki til allar bøkur, men eg veit, at lærarar hvør í sínum lagi gera uppgávur. Tað hevði verið framúr, um Nám kundi fingið hendur á hesum uppgávunum og kundi lagt tær út á Snar; navnið á læraranum, sum hevur gjørt uppgávurnar, nýtist ikki at standa við uppgávunum, um lærarar ikki ynskja tað, og vit hjálpa fegin við at seta upp, rættlesa og so framvegis. Uppgávur til somu bók frá ymsum lærarum kunnu vera íblástur til uppgávur, sum onkur annar ger; í øllum førum kanst tú gera tær tankar um, hvussu tú kanst arbeiða við bókunum.
Á lærugreinadegi, sum Nám skipaði fyri 22. februar fyri lærarum í føroyskum í miðdeild, greiddi Lis G. í Jákupsstovu, bókavørður á Námi, frá um flokssett, sum stovnurin hevur til næmingar í miðdeild. Nám hevur flokssett til allar deildirnar í fólkaskúlanum, tó nógv mest til miðdeildina.
2016
1. Rani, ein nýggj byrjan, Ingun Christensen
2. Brennivargurin, Jógvan Isaksen
3. Rani, vár og vónir, Ingun Christensen
4. Gummi-Tarzan, Ole Lund-Kirkegaard
5. Eitt løgið skip, Anita Krumbach
6. Brúni, Håkon Øvreås
7. Vikarurin, Helle T. Johansen
8. Drongurin við silvurhjálminum, Hanne Kvist
9. Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum, Thorbjørn Egner
10. Eldur í! Laura Trenter
Á myndini: Lis G. í Jákupsstovu