Tíðindi

Norðurlendskur frálærupallur fær dyggan styrk

Grunnurin A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers fond stuðlar ‘Norden i Skolen’ við 11 milliónum

01.02.2022

Lærarar og næmingar í øllum Norðurlondum kunnu síggja fram til einum felags norðurlendskum jólakalendara, talgildar filmsverkstovur og nógv annað spennandi, nú vældámdi felagsnorðurlendski frálærupallurin ‘Norden i Skolen’ fær munandi styrk komandi árini.

Norden i Skolen er ein frálærupallur, sum finst á øllum málunum í Norðurlondum, og vendir sær til allar skúlaárgangir frá 1. flokk upp til miðnám.

Grunnurin, sum eitur ‘A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal’, hevur júst gjørt av at stuðla átakinum við 11 milliónum krónum. Játtanin er givin út frá eini ætlan um um styrkja norrønu mál- og mentanarfatanina í norðurlendsku flokshølunum fyri harvið at styrkja norðurlendska felagsskapin.

Átakið er rótfest í norrønu feløgunum og er eitt samstarv millum BUSTER filmsfestivalin, danska lærarafelagið og norðurlendska NAPA-stovnin í Grønlandi. Eisini verður samstarvað við filmsfestivalar í Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Noregi.

Játtanin frá A.P. Møller-grunninum fer til eina røð av tiltøkum, ið skulu uppstiga frálærupallin. Millum átøkini, ið lærarar og næmingar kunnu síggja fram ímóti er:

* Norðurlendskir spæli- og stuttfilmar, ið verða vístir bæði online og á barnafilmsfestivalum
* Ein norðurlendskur jólakalendari við ljóðforteljingum
* Samskapan av egnum filmum tvørtur um landamørk
* Frálærutilfar til lærugreinirnar søga og samfelagsfak við norðurlendskum fokus
* Dagsseminar fyri fólkaskúlalærarar við fokus á norrøn mál, mentanar- og samfelagsfatan í undirvísingini
* Ein amboðskassi fyri lærarar til tilrættislegging og fremjan av frálæru í norðurlendskum evnum

Átakið arbeiðir sostatt við fleiri ymsum brøgdum til tess at náa út til børn og ung í Norðurlondum.

- Tað er eftirspurningur eftir nýskapandi hættum at arbeiða við norðurlendskum mál- og mentanarfelagsskapi í skúlanum. Vit eru sera spent at koma í gongd við hesi verkætlanini saman við okkara dugnaligu samstarvsfeløgum. Hetta fer at bøta munandi um pallin, og verður ein gáva til norðurlendska mál- og mentanarsamstarvið, sigur Thomas Henriksen, ið er verkætlanarleiðari á Norden i Skolen. Hann er eisini mentanar- og útbúgvingarleiðari hjá Sambandi norrønu Felaganna, FNF.

Longu í 2022 kunnu lærarar og næmingar vænta at kunna uppliva eitt nú norrøna jólakalendaran við ljóðforteljingum, nýtt frálærutilfar í lærugeinini søgu og eina samnorðurlendska filmsverkætlan fyri skúlanæmingar. Alt hetta hendir á Norden i Skolen: www.nordeniskolen.org

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni