Tíðindi
18.01.2016
Føroyar vóru vertir fyri seinasta fundi, og tað var samstundis mín fyrsti fundur í hesum sambandi. Fyrst av øllum var tað sera kveikjandi at hitta starvsfelagaðar úr grannalondunum, men tað var eisini eitt sindur hugstoytt at hoyra, at tey sita við somu ella líknandi avbjóðinum, sum vit her heima. Skipanirnar í ymsu londunum eru ymiskar og stovnarnir ymiskir, men avbjóðingarnar tær somu. Talið av næmingum við serligum tørvi økist, meðan játtanin til serøkið stendur mest sum í stað.
Umframt at tosa nógv um støðuna í teimum ymsu londunum, varð eisini komið inn á ta stóru ráðstevnu, sum verður 09. og 10. sep. í ár . Ráðstevnan verður í Reykjavík, og yvirskriftin er “From disability to ability”. Hetta er ein ráðstevna, ið er serliga ætlað lærarum, ein ráðstevna við evnum, ið hevur okkara arbeiðsøki í miðdeplinum. Av tí, at tað eru limirnir í NFSP, ið skipa fyri ráðstevnuni, hevur ein partur av ráðstevnuni sjálvandi við serøkið at gera. Restin hevur við skúla, børn og ungdóm at gera. Vanligt er at fáa norðurlendskar fyrilestrarhaldarar, men á hesum sinni hevur eisini verið hugt til USA, sum Ísland hevur eitt tætt samstarv við.
Nakrir av fyrilestrarhaldarunum eru: Doug Fuchs, Lynn Fuchs, Ilene Schwartz, Marcy Stein, Anna-Lind Pétursdóttir, Kristín Björnsdóttir, Steinunn Torfadóttir, Sigríður Ólafsdóttir, Edda Óskarsdóttir, Þórhalla Guðmundsdóttir, Margrét Birna Þórarinsdóttir, Guðrún Björg, Freyja Birgisdóttir, Dröfn Rafnsdótti. Les meiri um NFSP og ráðstevnuna á www. nfsp.info
Sum tit síggja er hetta ein sera umfatandi og stór ráðstevna, ið limalondini skiftast um at fyriskipa, og eftir Reykjavík er tað okkara túrur. Tá verður tað okkara møguleiki at seta lærarayrkið í miðdepilin og skipa fyri eini ráðstevnu her hjá okkum, eini ráðstevnu, ið er fyri føroyskum og útlendskum lærarum, umframt teimum, ið hava við børn og ung at gera. Vit fáa handaðan formanspostin á ráðstevnuni í Reykjavík. Spennandi verður at koma til Reykjavíkar at síggja, hvat býður okkum.