Tíðindi

Norskur ungdómur tekur ikki fyribyrging í nóg stórum álvara

Ein av trimum norskum ungdómum brúkti ikki fyribyrging, tá ið tey høvdu kynsligt samband fyrstu ferð. – Vit vaksnu mugu taka størri ábyrgd, sigur Trine Aarvol, lækni í norska Sex og samfunn. Hon hevur góð ráð til foreldur.

30.08.2024

Á hvørjum ári fáa ungfólk í aldrinum 15 til 19 ár í Noregi eina rúgvu av spurningum um alt frá familju og sálarliga heilsu til rúsevni og kynslív. Talan er um stóru Ungdátu-kanningina. Nú hava granskarar við vísindaliga háskúlan VID kannað ein av hesum spurningum nærri. Úrslitið kemur óvart á Live Solveig Nordhagen, sum er ein av granskarunum, ið hevur gjørt kanningina. Ikki færri enn 32 av ungfólkunum brúkti ikki fyribyrging, tá ið tey høvdu kynsligt samband fyrstu ferð.

Hægri enn í øðrum kanningum

– Tú fært eina rúgvu av ymiskari fyribyrging ókeypis, tá tú ert yngri enn 22 ár, og hítir eru tøkar ókeypis nógva staðni. So tað undrar meg tí nógv, tá tað er so lætt at fáa fatur á fyribyrging, sigur Nordhagen.

Talið er nevniliga hægri enn í kanningum, sum áður eru gjørdar. Annars er ikki nógv gransking á økinum, men nakrar kanningar, sum eru gjørdar í Norðurlondum, USA og Kroatia, vísa, at tað eru færri ungfólk í teimum londunum, sum lata vera við at brúka fyribyrging, enn talan er um í nýggju norsku kanningini. Vanliga er tað bara ein av fýra, sum høvdu kynsligt samband fyrstu ferð uttan fyribyrging.

Umráðandi við góðum vanum frá byrjan

Eru tey nýggju tølini eftirfarandi, er orsøk at stúra. Talið á ungum, sum verða smittað við klamydia og gonoré, er vaksið sera nógv seinastu árini. Í 2023 vóru fleiri forsturtøkur millum ung samanborið við árini frammanundan, sambært norska heilsustýrinum. Tey, sum hava kynsligt samband fyrstu ferð uttan fyribyrging, brúka heldur ikki fyribyrging seinni, vísir gransking, sum áður er gjørd. Tí er umráðandi at eggja til góðar vanar frá byrjan, sigur Nordhagen.

Vanliga merkir tað, at hítir skulu vera til taks, eftirsum at nógv ikki eru farin undir at brúka aðra fyribyrging.

Tørvur á herferð til frama fyri hít

So hvussu ber tað til, at so nógv ung byrja kynslívið við ikki at brúka fyribyrging?

Marja Leonhardt hevur eina teori. Granskarin, sum var við at gera nýggju kanningina, er úr Týsklandi. Har eru kynssjúkur sjáldnari enn í Noregi. Eftir at hon hevur búsett seg í Noregi, hevur hon varnast ein stóran mun millum londini.

– Í Noregi eru ongar herferðir, sum royna at fáa fólk at brúka hít, sigur Leonhardt.

Í Týsklandi eru hesar herferðirnar alla staðni, til dømis við busssteðgistøð, sigur granskarin, sum samstundis vísir á, at hetta er ein persónlig eygleiðing.

Ábyrgdin hjá teimum vaksnu

Trine Aarvold, sum er lækni hjá felagsskapinum Sex og samfunn, heldur ikki, at mentanin í Noregi, tá ið talan er um at brúka hít, er nóg góð. Tí er hon ikki bilsin av úrslitunum í kanningini. Fyri ung er hít nakað, sum nærum ikki verður tikið upp á tungu, vísir hon á. Hvørki í sjónvarpsrøðum, sosialum miðlum ella aðrastaðni. Tí eiga vaksin at taka størri ábyrgd at normalisera tað, heldur læknin, sum dagliga møtir ungum á heilsumiðstøðini fyri seksuella heilsu í Oslo.

Ein fjórðingur kynsligt samband áðrenn 16 ára aldur

Seksualundirvísingin fer ov seint í gongd, sigur Live Solveig Nordhagen, granskari við VID. Nógv hava nevniliga kynsligt samband, áðrenn tey hava aldur til tað. Í nýggju kanningini hevði helmingurin havt kynsligt samband, áðrenn tey vóru fylt 16 ár. Tað svarar til ein fjórðing av øllum 100.000 ungfólkunum, sum vóru við í kanningini.

– Orðið hít skal ikki vera nakað, sum er ringt at siga, tá tú kemur til handan aldurin. Tað er ikki soleiðis, at hít er tað sama sum kynsligt samband, og at tað er ólekkurt. Hít merkir verja ella fyribyrging, sigur Aarvold.

– Kanska ikki undirvíst rætt

Granskararnir hava í nýggju kanningini hugt nærri at, hvørji tey eru, sum ikki brúka fyribyrging. Foreldur við lágari útbúgving og vánaligum fíggjarviðurskiftum og størri nýtslu av rúsdrekka var reyði tráðurin. Haraftrat vóru fleiri dreingir enn gentur, sum svaraðu, at tey høvdu kynsligt samband uttan fyribyrging fyrstu ferð.

Á heilsumiðstøðini hjá Sex og samfunn sær Trine Aarvold, at ung stúra minni fyri at gerast við barn enn áður. Serliga er talan um dreingir, sum helst ikki hava hugsað, at borðið fangar, um gentan verður við barn og ikki vil hava fosturtøku.

– So eg haldi, at vit hava ikki gjørt arbeiðið nóg væl, tá ið talan er um seksualundirvísing fyri ung. Vit hava kanska ikki tosað nóg nógv um fertilitet, rætt og slætt, sigur Aarvold.

Ráð frá Trine Aarvolds til foreldur:

Hevur tú ungfólk í húsinum, eigur tú at fylla eina skuffu við hítum. Sig við ungfólkini, at um teimum ella vinum teirra tørvar hít, so er bara at fáa sær. Og skuffan verður fylt so hvørt uttan spurningar.

– At síggja at innihaldið í skuffuni minkar, ger meg ómetaliga stolta og glaða, tí tað vísir, at børnini hugsa um seksuellu heilsuna. Tað er tað sama sum at súkkla í súkkluhjálmi ella at brúka bilbelti, sigur Trine Aarvold, lækni í Sex og samfunn.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni