Tíðindi
16.03.2017
Allir skúlanæmingar í Norðurlondum kunnu vera við. Tað krevst einans, at ein torir at royna seg á norskum, donskum ella svenskum. Luttøkan er ókeypis.
Nýggi leisturin: Geo-veiðan
Norðurlendskt Skúlakjatt er ein skipan, sum gevur næmingum møguleika fyri at tosa við aðrar næmingar í Norðurlondum í tilvildarligari røð – júst sum tá ein knappliga møtir einum tilvildarligum persóni í bussinum ella á gøtuni og fellur í tos við viðkomandi. Á skíggjanum eru tveir kjatt-gluggar – tú ert sjálv/ur í øðrum, og í hinum er ein tilvildaligur bólkur av norðurlendskum næmingum. Knøtturin "næsti" kann brúkast nær tað skal vera fyri at leypa frá einum tilvildarligum práti til tað næsta. So einfalt er tað!
Í ár verður Norðurlendskt Skúlakjatt skipað eftir einum nýggjum leisti, íblásturin kemur frá ‘Mystery Skype’, har forvitnir næmingar verða sendir út á eina spennandi og avbjóðandi kanningarferð um øll Norðurlond. Næmingarnir verða settir fyri landafrøðiligum avbjóðingum, tá Norðurlendskt Skúlakjatt verður hin 23. mars, og eitt ávíst granskingararbeiði skal gerast fyri at loysa avbjóðingina. Leisturin til Norðurlendskt Skúlakjatt í ár gongur nevniliga út uppá, at næmingarnir skulu gita, hvar í Norðurlondum hinir næmingarnir í kjattinum eru staddir. Avbjóðingin ger, at næmingarnir royna sínar kunnleikar um m.a. norðurlendska landafrøði, mentan og mál – og tað besta er, at næmingarnir, ið luttaka í Norðurlendska Skúlakjattinum læra saman og av hvørjum øðrum.
Góður atburður og góðar upplivingar
Norðurlendska Skúlakjattið skal skapa góðar upplivingar og vinaløg - ikki tað øvugta. Norden i Skolen setir tí krav um, at allir næmingar fara við hvør øðrum við virðing og tosa ordiliga sínámillum. Vit mæla til, at tit í flokkinum tosa um góðan atburð á netinum (web-etikk), áðrenn tit fara í holt við Norðurlendska Skúlakjattið. Tosa t.d. við næmingarnar um, at tey ikki einans umboða seg sjálv, tá tey tosa við næmingar úr øðrum Norðurlondum, men at tey eru ambassadørar fyri allan skúlan, býin og landið.
Norðurlendskt Skúlakjatt hevur ikki opið alt samdøgrið, men bert í tíðarskeiðinum 12.00-14.00 CET (tað er 11.00 til 13.00 í Føroyum), tá ansað verður eftir ferðsluni. Í útgangsstøði er ongin sensurur, men um óhóskandi atburður verður staðfestur, kann Norden i Skolen beinanvegin steingja fyri tí einstaka. Tað finst eisini ein "meldi"-knøttur, ið næmingar kunnu brúka í serligum støðum, um tey uppliva grovan óhóskandi atburð.
Lesið um spælireglur, fyrireiking, prei og hvat tær tørvar at hava við her: http://nordeniskolen.org/fo/fleiri-uppl%C3%BDsingar/norroent-sk%C3%BAlakjatt/
Savnsmynd: Vár í Ólavsstovu