Tíðindi
30.04.2024
NLS stendur fyri Nordiska lärarorganisationers samråd. Lærarafeløgini í Norðurlondum eru limir. Várfundurin hesa ferð verður í Helsinki í Finnlandi, og Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, tekur lut.
Høvuðsevnið hesa ferð er samráðingar (løn og arbeiðstíð) og útbúgvingarpolitikkur. Umboð fyri hvørt felag leggur fram um støðuna í sínum landi, og framløgurnar frá ymsu londunum liggja til grund fyri orðaskiftinum fundardagarnar. Væntandi fer at verða umrøtt, hvørjar tær størstu avbjóðingarnar hava verið undir seinastu samráðingunum, og tað, sum er eydnast best undir samráðingum seinastu tvey-trý árini. Tá ið talan er um útbúgvingarpolitikk fer at verða umrøtt, hvørjir spurningar eyðkenna skúlapolitikkin, og hvørji mál tað hevur eydnast at fáa undirtøku fyri og koma á mál við.
Í framløgu síni fer formaður Føroya Lærarafelags at greiða frá seinastu samráðingunum og annars tí, sum eyðkennir fólkaskúlan í dag við eitt nú vaksandi tali av serflokkum, næmingum sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, vaksandi tali av uppgávum í fólkaskúlanum uttan at játtanin til fólkaskúlan veksur og mangt annað.