Tíðindi

NLS-fundur fyri læraralesandi í næstum

Fyrst í oktober hittast læraralesandi í Norðurlondum at skifta orð um lærarayrkið

25.09.2023

Høvuðsevnið á fundinum er: Ein góð byrjan til yrkisleiðina – týdningurin av praktiskum innsløgum í útbúgvingini og innleiðsla til yrkið.

Fundurin verður hildin í døgunum 5.-7. oktober í Stockholm í Svøríki, og svensk læraralesandi eru vertir. Hvørt land sær leggur fram um viðurskifti viðvíkjandi útbúgvingini í sínum landi, til dømis hvussu starvsvenjingin er, hvussu stórur partur av útbúgvingini er praksis, og hvussu nógv er ástøði. Spurningurin um spennið millum praksis og ástøði verður eisini viðgjørdur. Somuleiðis hvussu læraralesandi verða leidd inn í yrkið, og um nýklaktir lærarar verða verandi í yrkinum.

Á fundinum eru eisini verkstovur.

Føroya Lærarafelag sendir á hvørjum ári eitt umboð fyri tey lesandi á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini til NLS-fundin fyri læraralesandi. Í ár umboðar Vernar R. Olsen, ið er læraralesandi á øðrum ári, tey lesandi.

Í fjør var evni á fundinum “Dygdin í læraraútbúgvingini; lesnaður við møguleika fyri ávirkan ella «próvtøkuverksmiður»”.

Heimasíðan hjá NLS hevur nærri kunning um NLS-fundin fyri læraralesandi: Studerandeforum - NLS


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni