Tíðindi
13.04.2022
Ráðstevnan verður hildin í Lärarnas hus på Stora Essingen. Fyrsta ráðstevnan varð hildin í Dalsæter í Noregi í 1922; síðani hevur hon verið hildin triðja hvørt ár, tó við nøkrum undantøkum, so vit hátíðarhalda 100 ára dagin fyri fyrstu ráðstevnuna. Ein stórur og týdningarmikil dagur, nú vit síggja, at alt fleiri næmingar stríðast í sínum gerandisdegi.
Føroya Lærarafelag hevur saman við Undirvísingarstýrinum gjørt tað møguligt hjá føroyskum lærarum at søkja stuðul fyri at lætta um kostnaðin hjá tí einstaka. Undirvísingarstýrið hevur játtað stuðul til 10 luttakarar, 4.900 kr fyri hvønn, ið er fyri alt uttan ferðaútreiðslur. Føroya Lærarafelag stuðlar 10 luttakarum við 2.100 kr fyri ferðaútreiðslur. Tað er ikki óavmarkað, hvussu nógvir lærarar kunnu fáa stuðul, tí er neyðugt at gera nakrar raðfestingar, ið eru soljóðandi:
Allir lærarar kunnu søkja, tó eru tað teir lærarar, ið arbeiða á serøkinum, ið hava fyrsta rætt.
Eisini verður hugt at, hvaðani í landinum umsóknirnar koma.
Hví er tað áhugavert og týdningarmikið at fara á eina tílíka ráðstevnu? Spyrt tú meg, so er tað eitt gott mið at finna sínar líkar í grannalondunum, at netverka. Tað er lætt at fáa samband við onnur, ið arbeiða innan sama øki sum tú. Harafturat verður man ein partur av einum føroyskum ferðalagi, ið fer at njóta væl av tí, ið kemur burturúr. Á skránni eru nógvir góðir fyrilestrar og góðar verkstovur. Tað verður lagdur stórur dentur á at hava eina fjølbroytta skrá, har tey ymsu londini eiga sín part av skránni.
Tá ráðstevnan var í Føroyum, vórðu vit spurd, um fyrilestrar vóru á enskum, tí tað kann vera ein avbjóðing. Har kann sigast, at eitt av aðalmálunum hjá NFSP er at varðveita norðurlendskt sum samskiftismál, og tí eru nógv teir flestu fyrilestrarnir á einum norðurlendskum máli.
Tað er ringt at taka nakað serligt fram úr skránni, men eri noydd at varpa ljós á ein fyrilestrarhaldara, nú vit í Føroyum taka eitt tak fyri lesing við átakinum Føroyar Lesa. Anna-Lind Pétursdóttir fer at hava ein fyrilestur, ið nevnist: Tillgodose olika behov av att lära sig läsa: Evidensbaserade undervisningsstrategier och individualisering. Sjálv havi eg hoyrt hana á ráðstevnuni í Reykjavík á sinni. Tað var ein sera hugvekjandi fyrilestur um, hvussu vit kunnu fáa sum mest burtur úr degnum hjá næmingum, ið hava trupult við at rúma skúladegnum.
Annað áhugavert, ið er á skrá, er:
Børn, ið hava foreldur, ið hava sálarligar avbjóðingar.
Trivnaður – er tað nokk við átaki móti happing?
Hvussu skapa vit eitt atkomuligt læringarumhvørvi?
Eins møguleikar krevja ymisk tiltøk.
Spennandi verður at lesa góðar ráðstevnufrágreiðingar, tá luttakararnir koma aftur og festa nøkur orð á blað í Skúlablaðnum. Bert við at deila okkara vitan og at skapa netverk koma vit fram á leið.
Vilja tit vita meiri um NFSP, kunnu tit fara inn á heimasíðuna: www.nfsp.fo
Eisini kunnu tit fara beinleiðis til leinkið til tilmelding, sí niðanfyri.
https://www.lararforbundet.se/artikelsidor/nfsp-specialpedagogisk-konferens-firar-100-aar?fbclid=IwAR1PEt1RY_2JYGL4ZrjeYqUkzji2lfcy_QtThhhDvlOJyjRokrvqlpsxgMk#historik
Skúlablað nr 2, 2022.