Tíðindi

Neyðugur peningur eigur at verða settur av til skipaða integratión

Føroya Lærarafelag tekur undir við, at tað verður gjørd ein serstøk lóg um integratión, men skal integratiónin eydnast, eigur peningur at verða settur av til eitt nú skipaða málmenning fyri børn, so tey gerast málsliga skúlabúgvin, serstaka játtan á fíggjarlógini til tiltøk og átøk, ið kunnu stuðla tilflytarum, skipaða tulkatænastu og útbúgving av fólkaskúlalærarum

01.02.2022

Uppskot til løgtingslóg um integratión, sum Føroya landsstýri hevur arbeitt við í rúma tíð, hevur eisini verið hjá Føroya Lærarafelag til hoyringar. Yvirskipað tekur felagið undir við, at tað verður gjørd ein serstøk lóg um integratión. Felagið heldur tó, at um lógin skal gera veruligan mun og geva tilflytarum og børnum teirra førleikar at taka lut í øllum samfelagsviðurskiftum, er neyðugt, at lógin tryggjar børnum, ungum og vaksnum, eitt nøktandi undirvísingartilboð, so at tey hava góðar møguleikar at ogna sær føroyskt mál og mentan. Tað er avgerðandi neyðugt, at tað verður játtaðaður peningur á fíggjarlógini, sum verður oyramerktur til endamálið, heldur felagið.

- Fólkaskúlin hevur fingið eina uppgávu aftrat við undirvísingini í føroyskum sum annaðmál, uttan at neyðuga játtanin fylgir við. Føroya Lærarafelag heldur tað ikki vera nøktandi at leggja nýggj øki, so sum undirvísing í føroyskum sum annaðmál, inn í verandi og sama fíggjarkarm, ið fólkaskúlin ræður yvir. Hetta ger, at annað má niðurlagast ella í ávísan mun leggjast niður. Sum dømi kunnu nevnast vallærugreinar, undirvísing til onnur børn, ið hava serligan tørv og útbúgving og dagføring av lærarum til nýggja tørvin og menningina av fólkaskúlanum.

Í hoyringarskrivinum vísir felagið á, at hetta skúlaárið verða í minsta lagi 5 milliónir krónur brúktar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Í krónum og oyrum er hendan uppgávan nærum tvífaldað eftir fýra árum. Tað merkir tó ikki, at hesir pengarnir eru komnir aftrat játtanini, sum løgtingið á hvørjum ári setir av til at reka fólkaskúlan.

- Pengarnir eru tiknir av játtanini til fólkaskúlan, sum í nógv ár mestsum hevur staðið í stað, hóast uppgávurnar í fólkaskúlanum javnt og samt eru vorðnar fleiri og meiri umfatandi. Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál er fíggjað við, at lærarar mugu undirvísa meira, umframt at tað er tikið frá øðrum næmingum.

Føroya Lærarafelag heldur ikki, at pengarnir, sum nú verða brúktir til føroyskt sum annaðmál, nøkta verandi tørv. So hvørt sum føroyskt sum annaðmál veksur, eigur játtanin at verða økt tilsvarandi upphæddini, sum tað kostar at raðfesta føroyskt sum annaðmál.

- Skipanin má kenna børnini, sum hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og hvør og hvussu stórur tørvurin er, so at tað kann leggjast upp fyri hesum vaksandi tørvi í játtanini til fólkaskúlan.

Samanborið við fyri ikki so nógvum árum síðan, vóru ikki so nógvir næmingar í fólkaskúlanum, sum høvdu tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hvussu nógvir næmingar eru í fólkaskúlanum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, vita vit ikki neyvt. Undirvísingarstýrið hevur bara talið á undirvísingartímum, sum skúlarnir søkja um til bólkar av næmingum. Føroya Lærarafelag hevur gjørt eina meting av næmingatalinum og sett tað til í øllum førum 200 næmingar í øllum floksstigum og kring alt landið.

- Tað er hugsandi, at talið heldur á at vaksa, serliga nú landsstýrið hevur givið vinnuni lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi. Tørvurin hjá hvørjum einstøkum næmingi, sum kemur til landið, er sannlíkt ógvuliga samansettur, tí flestu av hesum næmingunum hava ongan ella lítlan kunnleika til føroyskt og føroyska mentan. Avbjóðingin er tí nógv størri samanborið við fyri nøkrum árum síðan. Vit eru eisini farin frá, at tað mest vóru børn, ið vóru flutt heim við familjuni og bara høvdu tørv á serligari undirvísing í føroyskum, til at tað í dag eru nógv børn, har familjan einki tilknýti hevur til Føroyar, og tískil hvørki kenna málið ella mentanina, og bæði hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og at læra samfelagið og mentanina at kenna.

Undirvísing í føroyskum sum annaðmál er ein nýggj uppgáva hjá fólkaskúlanum. Fyri nøkrum árum síðan vóru tað mest næmingar, sum høvdu tilknýti til Føroyar frammanundan, sum fingu játtað 20 tímar í undirvísing í føroyskum; stórur partur av hesum næmingum skiltu føroyskt, men teimum vantaðu vanligar førleikar at skriva føroyskt og at koma heilt á lagið at tosa føroyskt.

Í dag eru nógv børn í fólkaskúlanum, ið eru flutt við foreldrunum til Føroyar, og tey hava einki tilknýti til Føroyar, og tískil hvørki kenna málið ella mentanina, sum eru neyðugir førleikar fyri, at tey gerast ein partur av føroyska samfelagnum, so at integratiónin kann eydnast. Í fólkaskúlanum krevur hetta, at tað verður sett tíð og pengar av til eitt styrkt og skipað samstarv millum skúla og heim, og at foreldrini aktivt verða tikin við í skúlagongdina hjá barninum. Tað krevur munandi meira samstarv hjá skúlanum við foreldur at næmingum, ið ikki kenna føroyska málið og mentanina. Í fleiri førum koma familjurnar frá heilt øðrum samfeløgum og skúlamentanum, og fyri at misskiljingar ikki skulu stinga seg upp, er tørvur á tøttum sambandi millum skúlan og heimið, so at foreldrini eisini koma at kenna fólkaskúlan.

Føroya Lærarafelag mælir til, at neyðugur peningur verður settur av, og at lógin kemur at fevna um

• Skipað málmenning fyri børnum, so tey gerast málsliga skúlabúgvin,

• Skipað samstarv millum skúla og heim,

• Neyvari allýsing av, hvørji integratiónsfremjandi tiltøk og átøk hugsað verður um,

• Lógarásett krav, at kommunurnar skulu skipa fyri integratiónsfremjandi tiltøkum,

• Serstøk játtan á fíggjarlógini til tiltøk og átøk, ið kunnu stuðla tilflytarum, m.a. at ogna sær føroyska málið, koma at kenna føroyska mentan og gerast partur av samfelagnum.

• Skipað tulkatænastu, sum allir myndugleikar kunnu fáa hjálp frá í samskiftinum við tilflytarar

• Útbúgva fólkaskúlalærarar til at taka ímóti nýggju næmingunum og familjunum, og at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni