Tíðindi

Neyðin noyðir skúlar at seta næmingatalið upp

- Tað er eingin ivi um, at tað gongur út yvir úrtøkuna hjá næminginum, at holdini í kreativu og handaligu lærugreinunum eru stór, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

09.03.2021

Kreativu og handaligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum standa í skugganum á øllum teimum lærugreinunum, sum næmingarnir mugu hava fyri at komandi víðari á miðnám. Samstundis vilja flestu skúlar, at næmingarnir skulu hava fjølbroytt úrval av vallærugreinum í boði. Fyri at fáa pláss til hetta, eru skúlar noyddir at gera størri hold av næmingum fyri betur at fáa játtanina at røkka.

- Vanliga siga vit, at næmingatalið í kreativu og handaligu lærugreinunum ikki skal fara upp um 12, men nú hava summir skúlar sett talið upp; søgur eru um hold heilt upp í 17 næmingar. Fleiri næmingar eru í flokkinum, færri lærarar hevur skúlin tørv á til ta lærugreinina, og bíligari er tað fyri skúlan. Hetta er sera óheppið, tí allir lærarar, sum undirvísa í kreativu, handaligu og verkligu lærugreinunum, vita, at tað er vónleyst at skapa góðar løtur saman við næmingunum, tá ið teir eru so nógvir, tí verkligu, handaligu og listarligu arbeiðshættirnir krevja tíð til hvønn einstakan næming. Tað megnar lærarin bara, um bólkurin er lítil. Størri hann er, meiri órógv er; kreativu og handaligu arbeiðshættirnir krevja frið, tíð og umsorgan fyri einstaka næminginum.

Hvussu nógvir skúlar hava valt hesa loysnina, veit Jacob Eli S. Olsen ikki, men teir eru nakrir.

- Tað er eingin ivi um, at tað gongur út yvir úrtøkuna hjá næminginum, at holdini í kreativu og handaligu lærugreinunum eru stór. Tað er samstundis ein stór avbjóðing hjá skúlunum at halda lív í hesum lærugreinunum, tí stór orka verður brúkt til hinar vallærugreinirnar, so sum týskt og alis- og evnafrøði, men teir flestu skúlarnir vilja geva næmingunum góð valtilboð, og lærarar síggja týdningin í arbeiðshættunum í kreativu og handaligu lærugreinunum. Skúlarnir seta ikki næmingatalið upp, tí teir halda, at hetta er ein góð loysn; teir gera tað av neyð, og tí teir vilja hava, at næmingarnir skulu hava fleiri tilboð í boði. Hetta hevur eisini við trivnað at gera; næmingar, sum ikki eru so bókligir, kunnu finna sína styrki og trívast væl við at hava kreativar og handaligar lærugreinir. Eisini næmingar, sum klára seg væl í tí bókliga, vilja hava handaligar og kreativar lærugreinir, og hava tørv á, at menna hesar førleikarnar eisini.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni