Tíðindi
23.02.2024
Bólkurin NeXum høvdu eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. Bólkurin, NeXum, kemur frá Runavíkar kommunuskúla og stovnararnir eru Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen.
Nummar tvey gjørdist Keliheim frá Skúlanum av Løgmannabreyt. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri hugskotið, sum var ein tænasta, sum byggir brúgv millum djóraeigarar, ið hava tørv á at fáa síni kelidjór ansað og áhugaðar ansarar.
Nummar trý gjørdist Taste of sea úr Skúlanum av Giljanesi. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri sítt hugskot. Tey høvdu ment ymiskar heilsugóðar vørur úr turkaðum laksi.
Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður í apríl. Betri og Føroyar Tele góvu 5.000,- kr. hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500,- kr. og 1.000,- kr.
Í ár vóru 6 bólkar við í finaluni, sum hesa ferð varð hildin í Varpinum í Klaksvík.
Dómarnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tí støði var so mikið høgt. Harafturat vístu dómarnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár. Í dómsnevndini sótu Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen, Oluffa Olufsdóttir frá Betri Banka og Lív Egilsdóttir Olsen frá Føroya Tele.
Kelda: iverksetan.fo