Tíðindi
15.04.2019
Formaður Føroya Lærarafelags komandi trý árini er Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið næstformaður síðstu tvey árini. Við næstformanssessinum tekur Andrea á Rípuni við; hon hevur verið kassameistari eitt skeið. Jona Højsted, sum hevur verið nevndarlimur, er nú kassameistari. Carl Eli N. Samuelsen heldur fram sum skrivari. Tórhallur við Gil, nevndarlimur.