Tíðindi
07.05.2018
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, og fýra høvdu stillað upp. Verandi nevndarlimir, Jacob Eli Olsen og Andrea á Rípuni, vóru afturvaldir.
Sambæt viðtøkum felagsins skal nevndin skipa seg aftaná hvønn regluligan aðalfund. Tað var gjørt hósdagin 3. mai.
Eingi broyting var gjørd í nevndini. Jacob Eli Olsen heldur fram sum næstformaður, Andrea á Rípuni er kassameistari, Carl Eli N. Samuelsen er skrivari, og Jona Højsted er nevndarlimur.
Á fundinum orðaði nevndin uppskot til evni at arbeiða við komandi nevndarárið. Meir ítøkiligt verður arbeitt við tí á komandi nevndarfundum.