Tíðindi

Nevndin í Lærarafelagnum hevur skipað seg

Á ársaðalfundinum 20. apríl var nevndin í Føroya Lærarafelag afturvald.

01.05.2024

Fyrsti nevndarfundurin eftir aðalfundin var týsdagin 30. apríl, har fyrsta mál á skránni var at skipa nevndina. Nevndin er skipað soleiðis:

Formaður Jacob Eli S. Olsen

Næstformaður Tórhallur við Gil, lærari í skúlanum við Løkin

Kassameistari Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð

Skrivari Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum

Nevndarlimur Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri.

Á aðalfundinum vóru tiltakslimir valdir. 1. tiltakslimur er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum, og 2. tiltakslimur er Erla K. Róin, lærari í Eiðis skúla.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni