Tíðindi
05.04.2025
Í morgun klokkan 10.00 var síðst freist at bjóða seg fram at koma í nevndina hjá Føroya Lærarafelag næsta skeiðið. 26. apríl er nevniliga aðalfundur í felagnum, og tveir limir umframt formaður skulu veljast. Jacob Eli S. Olsen bjóðar seg aftur fram sum formaður; hann hevur verið formaður seinastu seks árini og undan tí lærari í Eysturskúlanum í Havn. Nevndarlimirnir, sum standa fyri vali, eru Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum í Havn; tey hava ávikavist røkt uppgávurnar sum kassameistari og skrivari felagsins. Tey bjóða seg fram aftur. Eingi onnur valevni eru; sostatt heldur nevndin óbroytt fram.
Í dag er eisini síðsta freist at leggja mál fyri aðalfundin; eingi mál vóru komin inn, tá freistin var farin.
Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum. Umframt fleiri gestarøður verður veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags eisini handað á aðalfundinum.
Síðsta á skránni á aðalfundinum er eisini árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags