Tíðindi

Nevndin í Lærarafelagnum heldur fram

Tá ið freistin at stilla upp til nevndina var úti í morgun, vóru tvey uppskot komin.

08.04.2023

Síðst í hesum mánaðinum, tann 29. apríl, verður aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Á skránni er eitt nú nevndarval. Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum, standa fyri vali. Bæði bjóða seg fram aftur. Eingi onnur bjóða seg fram; sostatt heldur nevndin fram. Jona Højsted hevur verið kassameistari farnu tvey árini; hon hevur verið í nevndini í seks ár. Bergur Samuelsen kom í nevndina í fyrraári.

Umframt Jacob Eli S. Olsen, sum er formaður í nevndini, eru Tórhallur við Gil, næstformaður, Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur, Jona Højsted, kassameistari, og Bergur Samuelsen, skrivari. Tveir tiltakslimir skulu veljast. Hesi stilla upp á aðalfundinum.

Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, er gestarøðari og Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags verður handað.

Sama dag er eisini árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags. Harumframt verður vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags 2023 kosin.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni