Tíðindi
21.06.2020
Útsetti aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag var ígjár. Nevndarval var á skránni. Andrea á Rípuni og Tórhallur við Gil stóðu fyri vali; umframt bjóðaði Jákup av Skarði seg fram; Andrea á Rípuni og Tórhallur við Gil vórðu afturvald við 99 atkvøðum hvør, Jákup av Skarði fekk 34 atkvøður og verður fyrri tiltakslimur. Annar tiltakslimur var valdur við uppskoti á aðalfundinum; tað gjørdist Bogi Hansen, lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Nevndin í Føroya Lærarafelag er sostatt óbroytt komandi árið; Jacob Eli S. Olsen er formaður, Andrea á Rípuni, Jona Højsted, Carl Eli N. Samuelsen og Tórhallur við Gil.
Nevndin skipar seg á næsta fundi.