Tíðindi
11.05.2022
Fyri góðari viku síðan var aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Nevndarval var á skránni. Andrea á Rípuni, sum hevur sitið í nevndini fleiri skeið, seinastu árini sum næstforkvinna, stillaði ikki uppaftur. Fyri hana er Eyðbjartur Sólheyg Skaalum valdur. Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
Jacob Eli S. Olsen er formaður, Tórhallur við Gil er næstformaður, Jona Højsted er kassameistari, Bergur Samuelsen er skrivari, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum er nevndarlimur.