Tíðindi
03.10.2023
Í farnu viku kom hoyringsskriv frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Hoyringsskrivið snúði seg um vetrarfrí. Í hoyringsskrivinum eru grundgevingar fyri og ímóti vetrarfrítíðini, og nú skulu vit siga okkara hugsan.
Vit í nevndini í Føroya Lærarafelag hava viðgjørt vetrarfrítíðina og eru púra samd. Vit ynskja ikki vetrarfrí.
Ein av grundgevingunum í skrivinum er: ”Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi, og við eini fríviku í februar koma næmingarnir væntandi at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin.”
Øll vit, sum hava okkara dagligu gongd í fólkaskúlanum, síggja, at ein feria er altíð longur enn tað ásetta tíðarskeiðið. Næmingar og foreldur fara at ferðast áðrenn ásettu frítíðina og koma ofta aftur í skúlan eftir, at ferian er endað. Tískil fer vetrarferian at hava við sær, at vit ikki bara hava eina viku, har vit eru burtur, men tað verða kanska 10 dagar, har næmingar ikki eru til staðar sum eisini hevur við sær, at undirvísinging verður óstøðug, tí so nógvir næmingar mangla í flokkinum.
Vit vita eisini, at tá ein feria nærkast, merkja vit hetta á næmingunum. Teir gerast minni hugbundnir, minni arbeiðssamir og teir hava torført við at hugsavna seg, tí teir vita, at frítíðin stendur fyri durum. Tá teir koma aftur frá eini frítíð, tekur tað eina viku at fáa teir upp á rættkjøl aftur. Teir eru ofta troyttir, tí frítíðin hevur órógvað svøvnin og allar vanar, ið eru knýttir at einum vanligum gerandisdegi, har skúlagongdin ofta fyllir mest. So eg dugi illa at síggja, at næmingarnir møta upp í skúla eftir vetrarfrítíðina við meira orku, ídni og áhaldni.
Sum lærari í 9. flokki er hendan ferian einans órógv og havi hug at siga, at hon er vandamikil fyri undirvísingina. Tíðarskeiðið til undirvísing fram til próvtøku er sera stutt, og tað eru sera nógv avbrot alla tíðina. Næmingar í 9. flokki skulu í starvslæru í tvær vikur, ein vika fer til at gera verkætlan, tá eru dagarnir til fyrireiking og framløgur ikki roknaðar upp í, næmingarnir eru ofta á setursskúla í einar tveir dagar, og so eru ársroyndir í skrivligu próvtøkunum. Førir ein upp í próvtøkuhátti B, so byrjar próvtøkan longu fyrst í apríl, so hetta avbrotið er sera óheppið og órógvandi. Tað verður eingin tíð til undirvísing.
Tað tykist sum ein stórur partur av lærarum í Føroyum eru ímóti hesi frítíðini. Grundgevingarnar eru sum tær omanfyrinevndu og aðrar afturat. Tað er blivið dúgliga kjakast á facebook seinastu dagarnar, og har sigur ein greiður meiriluti, ið sigur nei. Ynskiligt hevði verið, at vit lærarar vórðu hoyrdir fyrr í tilgongdini, og at allir lærarar fingu møguleika at svara eitt nú eini talgildari spurnakanning. Tá hevði landsstýrismaðurin fingið eina veruliga mynd av, hvat vit meinigu lærarar, ið hvønn dag hava okkara gongd í skúlunum, halda um vetrarfrítíðina.
Hoyringsskrivið kom út 24. septembur, og freistin er 6. oktobur. Óvitandi um, hvussu langar slíkar freistir plaga at vera, so haldi eg hetta er eitt stutt skotbrá at skula viðgera hetta í skúlunum, í skúlastýrum, næmingaráðum og í námsfrøðiliga ráðnum. Serliga tá vit hava í huga, at hann longu fyrst í juli svaraði spurningi um vetrarfrítíðina.
Fyri foreldur er tað líkamikið, um ein feriuvika liggur í februar, ella allar liggja sum summarfrítíðin liggur nú. Ein feriuvika er ein feriuvika. Óansæð um hon er í juli, ella hon er í februrar.
Hava næmingar foreldur, sum búgva uttanlands, so hava leiðslur altíð gingið við til, at børnini skulu sleppa at vitja foreldur síni. Tað er lættari at umsita, tí um vit hava vetrarfrí í viku 7, merkir tað ikki, at øll foreldur uttanlands hava frí hesa vikuna.
Um grundgevingin er tann, at summarfrítíðin er ov long, og hon absolutt skal styttast, høvdu vit øll fingið meira gleði av at lagt teir fimm skúladagarnar hvør sínu megin jólafrítíðina.