Tíðindi

Næmingarnir sleppa at mynda kórið

- Her verður ikki spurt, hvat tú dugir, her er eingin kappingarneyti. Her kunnu øll vera við – við sangmáli ella ongum sangmáli. Vit uppliva nógv saman, og hesin parturin er eisini við at menna tey. Tað siga lærararnir, sum hava skúlakórini á Skúlatrøð í Klaksvík.

18.11.2024

Skúlakórið á Skúlatrøð í Klaksvík varð stovnað, tá ið tveir fólkaskúlar vóru í Klaksvík. Magni Husgaard undirvísti í tónleiki í Skúlanum við Ósánna og í Tónlistaskúlanum og Malan Heinadóttir Heinesen hevði sang í Skúlanum á Ziskatrøð. Hetta var upprunaliga eitt skúlasamstarv frá 2013, sum skúlastjórarnir settu á skránna. Í eini tvey ár virkaði skúlakórið væl, so kom steðgur í. Arbeiðið var síðani tikið uppaftur í 2017, og tá vóru skúlarnir lagdir saman. Síðani tá hava tað verið tvey skúlakór á Skúlatrøð. Eitt yngri og eitt eldri.

- Tað riggar serstakliga væl við tveimum kórum. Tað vísir seg, at næmingarnir ofta við tíðini gerast ov stórir til at vera saman við teimum yngru. Tað er samstundis eisini gott fyri tey eldru at syngja okkurt annað enn tað, sum tey yngru syngja, vísir Elsa Maria Lorentzen á.

Saman við teimum trimum stendur Eyðbjørn Jacobsen, lærari, fyri klaverfylgispælinum, og tað riggar ordiliga væl, siga tær samdar. Hann ger bæði sangin og løturnar stuttligar og lættar, og saman koma tey øll við góðu hugskotunum.

- Tað hevur stóran týdning við góðum fylgispæli, sum leggur upp til huglagið í sangunum, og spælið fær eisini næmingarnar at tíma betur at syngja, heldur Beinta Persdóttir Jacobsen.

Yngra kórið telur einar 60 til 70 næmingar úr 1. til og við 3. flokk, og eldra kórið einar 20 úr 4. til og við 6. flokk.

Tað er áhugavert at eygleiða, at kórið við aldrinum á næmingunum tódnar. Okkurt hendir í hasum aldrinum, men so skal sigast, at tey 20, sum koma í eldra kórið, eru serstakliga hugalig og trúføst, sigur Malan Heinadóttir Heinesen.

Dentur verður lagdur á, at næmingarnir sjálvir fáa loyvi at mynda kórið og koma við hugskotum um, hvussu tey skulu syngja og gera, og endurtøkur dámar teimum væl, so tey leggja einki í, um allir sangirnir ikki eru nýggir hvørt ár.

- Ofta velja tey teir somu sangirnar aftur, og tá ið vit syngja fyri barnagørðunum í býnum, so smittar tað. Tey spyrja um sangirnar og syngja teir har, so tá ið barnagarðsbørnini gerast næmingar, so gleða tey seg at koma upp í skúlakórið. Tað er stuttligt at síggja, sigur Elsa Maria Lorentzen.

Einki er at ivast í, at skúlakórini geva næmingunum góðar upplivingar, eisini tá ið tey syngja fyri øðrum úti í býnum. Tá eru tey eisini so serstakliga fyrimyndarlig. Tað er heilt ótrúligt, tí tey eru mong og viðhvørt rokalig, men tað er ongantíð keðiligt, eru tær allar samdar um.

- Her verður ikki spurt, hvat tú dugir, her er eingin kappingarneyti. Her kunnu øll vera við – við sangmáli ella ongum sangmáli. Vit uppliva nógv saman, og hesin parturin er eisini við at menna tey, sigur Beinta Persdóttir Jacobsen.

Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur gjørt, í Skúlablað nr 5, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni