Tíðindi

Móðurmálsdagurin varpar ljós á yrkismál

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars, kl. 13-16.

22.03.2017

Móðurmálsdagurin verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs. Hann var føddur 25. mars 1819. Málráðið skipar fyri móðurmálsdegnum, og í ár verður dentur lagdur á yrkismál. 

Tiltakið endar við, at ein móðurmálsvirðisløn verður handað.

Við at seta sjóneykuna á yrkismál vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki.

Tiltakið, sum verður seinrapartin, endar við at ein Móðurmálsvirðisløn verður latin fyri yrkismál, sum við hepni hevur verið brúkt í eini yrkisgrein, ið hevur gjørt seg serliga galdandi seinastu fáu árini.

Fyri Nám fer Elin Henriksen at greiða frá um yrkismál í fólkaskúlanum í rokning. Hon er við í nýggju útgávunum hjá Námi, "Rokning".

Tiltakið er alment og ókeypis.

Nám heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. 

Skráin:

Løkshøll, Runavík
25. mars kl. 13.00

Vælkomin
Zakaris Svabo Hansen,
formaður

Setan
Rigmor Dam,
landstýriskvinna

Elin Pálsdóttir syngur

Yrkismál og almannamál
Jógvan í Lon Jacobsen

Yrkismál í støddfrøði
Elin Henriksen

Yrkisorðagerð
Marjun Arge Simonsen

Kaffisteðgur í matarhøllini

Yrkismál í evnafrøði
Maria Dam

Føroyskt ítróttamál
Randi Kúrberg

Elinborg Pálsdóttir syngur

Móðurmálsvirðisløn verður handað

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni