Tíðindi

Móðurmálsdagurin nærkast

25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs. Tá hevur móðurmálsdagurin verið hildin. Í ár er hesin dagur Langi fríggjadagur.

14.03.2016

Nám, sum hevur gjørt eina temasíðu um móðurmálið, heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti.

Ætlanin er at hava eitt kvøld við evninum Ung og (films)mál tann 31. mars kl 19 í Nýggjustovu í Havn. Umframt verður móðurmálsvika í september, har fokus verður sett á ungdómsmál.

Tað ber til at lesa meiri um Móðurmálsdagin og ymiskt í sambandi við henda dagin og móðurmálið her:
http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/modurmalid/modurmalsdagur/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni