Tíðindi

Móðurmálið alt at siga

Tað er ein sera umráðandi boðskapur at fáa út til starvsfólk í dagstovnum, lærarar, heilsufrøðingar og onnur, at móðurmálið er atgongdin at læra onnur mál. Tað sigur Sissal M. Rasmussen, ph.d., adjunktur á Føroyamálsdeildini, ið er ein av undirvísarunum á útbúgvingini í føroyskum sum annaðmál.

25.06.2024

Týdningurin at læra føroyskt sum annaðmál er javnsettur týdningin at hava eitt gott og sterkt móðurmál. Teir mongu næmingarnir, sum hava annan uppruna enn føroyskan, fáa ikki undirvísing í móðurmálinum í fólkaskúlanum. Sostatt er tað bara familjan, sum kann gera sítt til, at barnið fær ella varðveitir móðurmálið. Sissal M. Rasmussen leggur áherðslu á týdningin at vegleiða foreldur í at halda fast við móðurmálið og tosa tað heima burturav.

- Tað er ein sera umráðandi boðskapur at fáa út til starvsfólk í dagstovnum, lærarar, heilsufrøðingar og onnur, at móðurmálið er atgongdin at læra onnur mál; tað er ígjøgnum móðurmálið, at tú lærir at orða teg í øllum viðurskiftum, og móðurmálið er eisini kenslumálið. At tey ikki fáa undirvísing í móðurmálinum, er so ein annar spurningur. Tað hava vit helst ikki møguleika fyri at bjóða teimum í Føroyum, og annaðmálsnæmingar í Norðurlondum fáa heldur ikki í nóg stóran mun undirvísing í móðurmálinum í fólkaskúlanum. Vit vita av royndum, at summi børn tosa eitt annað mál enn móðurmálið heima, og at tey tí einki fullfíggjað mál hava. Tað kemur eisini fram í onkrari av ritgerðunum, sum lærararnir hava skrivað, at tað haltar nógv við málførleikanum hjá fleiri, sum eru vaksin upp í Føroyum, ið hava útlendsk foreldur, antin annað ella bæði, umframt hjá fleiri, ið hava verið leingi í Føroyum. Hjá summum næmingum, sum eru í miðdeild og vaksin upp í Føroyum, er málførleikin so vánaligur, at tey megna ikki at tosa í heilum og samanhangandi setningum. Heldur er talan um orð, sum verða reksað upp í ófullfíggjaðum setningum.

Spildurnýggj, stór kanning, sum er gjørd av 1000 børnum í seks heimspørtum, vísir, at børn, sum fáa nógv málslig íkast frá vaksnum, læra betur at tosa og málbera seg. Tað, sum hevur mest at siga, er, hvussu nógv málslig íkast, tú fært, og hvussu nógv mál tú hoyrir, og síðan útbúgvingin hjá mammuni ella sosiobúskaparliga støðan hjá familjuni. At vera tvímælt ella fleirmælt er tí neyðturviliga ikki ein trupulleiki, um tú fært nógv og góð íkast á málunum, sum tú tosar og skalt læra. Í praksis merkir tað, at børn heima, í dagstovnunum og skúlunum eiga at fáa so nóg íkast sum til ber.

Les alla samrøðuna við Sissal M. Rasmussen í Skúlablað nr 3, 2024, sum kom í juni.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni