Tíðindi
04.02.2022
Tórshavnar Kvøldskúli hevur skipað móttøkuflokkin í samráð við skúlarnar, har næmingarnir ganga. Undirvísingin er frá klokkan 8 til 9.40 hvønn yrkamorgun; eftir undirvísingina verða næmingarnir koyrdir í skúlan, har teir ganga. Kostnaðin av flutninginum rindar kommunan.
- Allir næmingarnir eru visiteraðir, soleiðis at vit vita, hvussu málsliga støðan hjá teimum er. Hetta eru næmingar í 6., 7., 8. og Nám X. Orsøkin til, at næmingar í 9. flokki ikki eru við, er tí, at teir hava so nógv á skránni síðsta skúlaárið við pensumi og próvtøkum, at tað er verri at taka teir úr vanligu undirvísingini, sigur Jógvan Sørin Hansen, stjóri í Tórshavnar Kvøldskúla.
Teir 14 næmingarnir eru sera ymiskt fyri málsliga. Summir duga eitt sindur av føroyskum, summir lítið og onki. Fleiri duga enskt. Onkur hevur verið í Føroyum í fleiri ár, onnur eru nýliga komin. Felags fyri teir er, at teir hava hvørki føroyskt ella norðurlendskt sum móðurmál.
Næmingarnir í móttøkuflokkinum koma úr Eysturskúlanum, Skúlanum á Fløtum, Hoyvíkar skúla og Skúlanum á Argjahamri. Hetta er royndarverkætlan til síðst í juni, tá verkætlanin verður eftirmett.
- Hetta er eitt ógvuliga gott tilboð; tað er á ongan hátt gott, at børnini detta niðurímillum og ikki fáa ta undirvísing, tey hava brúk fyri, men ætlanin er ikki, at vit skulu hava móttøkuflokk sum varandi tilboð. Vit leggja upp til og vóna, at fólkaskúlarnir sjálvir skipa undirvísing í føroyskum sum annaðmál, tá ið henda royndarverkætlanin er liðug. Tað hevði verið tað mest natúrliga, at undirvísingin fer fram í fólkaskúlanum.
Orsøkin til, at móttøkuflokkur er stovnaður í Tórshavnar Kvøldskúla og ikki einum av skúlunum, sum hava næmingarnar, er tí, at Kvøldskúlin hevur lærarar, sum hava royndir at undirvísa næmingum, sum eru tilflytarar. Hetta eru lærarar, sum hava fólkaskúlaprógv og lærarar, sum hava onnur prógv. Tað vera tríggir lærarar, sum undirvísa teimum 14 næmingunum fram til summar.