Tíðindi
28.06.2023
At hava móttøkuflokk fyri næmingar, sum flyta til landið, er gott hugskot, heldur Omondi Reagan Ayodo, tí so fáa teir eitt gott innspark í føroyskum saman við næmingum, sum eru á sama stigi sum teir.
- Tað hevur nógv at siga fyri næmingar, sum flyta til landið, at vera saman við øðrum, sum eru nøkulunda á sama stigi. Í einum móttøkuflokki kunnu teir læra føroyskt intensivt og síðan royna seg á føroyskum. Tað hevur týdning at eggja næmingar at royna seg á føroyskum og tora, hóast teir ikki siga alt rætt. Tað hevur eisini týdning at eggja teir at vera sosialir og nógv millum fólk, tí tað lærir tú eisini nógv av. Næmingar verða ávirkaðir av teimum, sum eru rundan um teir. Eg haldi, at tað hevur alt at siga, at foreldrini hjá næmingunum eisini fáa undirvísing í føroyskum, og at tað verður væntað at teimum, at tey eggja børnum sínum at vilja læra og hava positivan hugburð til at læra føroyskt. Um foreldrini ikki leggja í at læra føroyskt, ávirkar tað børnini, og tey læra ikki so skjótt føroyskt. Ganga foreldrini hinvegin á odda at læra føroyskt, so verður hetta ein felags uppgáva.
Við skúlaársbyrjan fekk Omondi Reagan Ayodo starv sum lærari í Skúlanum á Giljanesi. Hann vónar at kunna halda fram í skúlanum. Dreymurin er fast starv. At nema sær meiri útbúgving er eisini eitt mál, hevur hann sett sær.
- Enn kanst tú ikki lesa master sum lærari, men tá ið tað fer at bera til, havi eg hug til tað. Annars, so dámar mær sera væl at arbeiða við sernámsfrøði. Eg havi nógvar royndir við tí úr Kenja, og eg havi eisini gjørt mær nakrar royndir í serflokkinum í Skúlanum á Giljanesi. Tað er fantastiskt at kunna vera við at menna næmingar, sum hava serligan tørv.
Honum dámar sera væl at vera lærari, og hóast tað kann vera strævið, so ber altíð til at finna loysnir.
- Einki er so ringt, at tað ikki ber til at loysa, og nógv kanst tú loysa sjálvur. Tosað verður nógv um, at næmingatalið er ov høgt í flokkunum. Eg haldi, at um tað er neyðugt, so kann tað vera gott hugskot at seta fleiri lærarar inn í flokkarnar, men er tað ikki neyðugt, so gevur tað ikki meining. Eg haldi, at skipanin eigur at vera so mikið smidlig, at bara flokkar, sum hava brúk fyri tvílærara, eiga at fáa tað.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2023