Tíðindi

Móttøkuflokk ella ikki?

Royndirnar uttanlands av móttøkuflokkum eru ivasamar, men vit eru noydd at gera okkum royndir av teimum eisini; tað kann hugsast, at tað er ein máti, sum riggar onkrastaðni. Tað sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.

10.11.2021

Kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing, sum var lýst í fjør, loyvir skúlunum at skipa móttøkuflokk fyri næmingar, sum eru tilflytarar og ikki duga føroyskt. Hetta skúlaárið er tó eingin móttøkuflokkur, og eingin skúlin hevur biðið um at sloppið at sett á stovn móttøkuflokk. Hjalmar Hansen roknar tó við, at vit fara at síggja móttøkuflokkar, tí onkur fyrispurningur hevur verið um ein slíkan. Móttøkuflokkur er flokkur, har næmingar, sum skulu hava føroyskt sum annaðmál, verða savnaðir í sama flokk í styttri ella longri tíðarskeið.

- Tað kann vera skilagott at skipa móttøkuflokk í ávísum øki, og tað halda vit, tí talið á næmingum, sum skulu hava undirvísing í føroyskum sum annaðmál, er so stórt summastaðni. Tá gevur tað meining, tí orkan og tímarnir verða betur brúkt samanborið við at taka nógvar næmingar úr vanligu undirvísingini til undirvísing ein til ein.

Vansin við at skipa móttøkuflokkar kann vera, at næmingar ikki verða integreraðir í skúla og samfelag; stjórin í Undirvísingarstýrinum heldur tó ikki, at vit skulu hugsa móttøkuflokk sum ein varandi flokk, men sum ein flokk, har næmingar verða savnaðir eitt avmarkað tíðarskeið.

- Tað er ikki neyðug at savna næmingar í móttøkuflokk burturav; teir kunnu hava sína heimaflokk og vera part av skúlatíðini í móttøkuflokki. Tað kann eisini vera ógvuliga ymiskt, hvussu næmingarnir eru fyri; onkur hevur kanska brúk fyri at vera í móttøkuflokki í longri tíð enn onkur annar. Tað síggja vit uttanlands.

Alt økið, sum hevur við næmingar, sum hava aðra bakgrund enn føroyska og undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, er ógvuliga samansett. Hjalmar Hansen sigur, at ein liður í tilgongdini at menna hetta økið er at gera sær nakrar royndir, eisini royndir, sum ikki bera á mál.

- Um vit eru nóg klár og dugnalig at lofta øllum næmingunum, sum koma higar, er ilt at siga. Tað er ov tíðliga at siga, um tað, vit gera, er tað rætta, um tað er nóg málrættað og skipað, ella um hetta onkursvegna er ein eldsløkkingartilgongd, har vit so hvørt avbjóðingarnar vísa seg, royna at loysa tær. Enn eru vit leitandi, vit gera okkum royndir við at seta ymiskt í verk, og so eftirmeta vit, men vit mugu gera okkum ymiskar royndir, bæði einstøku skúlarnir og Undirvísingarstýrið. Royndirnar uttanlands av móttøkuflokkum eru ivasamar, men vit eru noydd at gera okkum royndir av teimum eisini; tað kann hugsast, at tað er ein máti, sum riggar onkrastaðni. Hyggja vit út um landoddarnar, so er tað eingin liðug loysn upp á allar avbjóðingarnar; tey royna ymiskt, og tað mugu vit eisini.

Undirvísingartilfar til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál er í gerð, og námsætlan fyri føroyskt sum annaðmál í fólkaskúlanum er somuleiðis í gerð. Námsætlan fyri føroyskt sum annaðmál fyri vaksin er komin, og útbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál fór í gongd í august á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, bæði fyri tey, sum arbeiða í fólkaskúlanum og aðrastaðni í útbúgvingarskipanini. Fyri Mentamálaráðið hevur tað verið umráðandi, at tað eru lærarar um alt landið, sum fáa førleikan at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, og at tað eru lærarar í allari útbúgvingarskipanini.

- Økið er betur skipað enn tað hevur verið, og tað verður raðfest hægri. Undirvísingin til vaksnar tilflytarar er nústani farið skipað í gongd og um alt landið. Tað er sera umráðandi, at vaksnir tilflytarar fáa undirvísing um somu tíð sum skúlabørn fáa.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni