Bloggur
11.10.2013
Tá eg byrji at skriva bloggin hesaferð, siti eg ikki heima í míni deiligu íbúð á Argjum, sum eg plagi. Nei, hesaferð siti eg á eini sofu og bíði eftir at sleppa inn at práta við jarðarmóðurina. Eg nái tó ikki at skriva allan bloggin, tí tað tekur ikki so langa tíð, so verði eg rópt inn til hana. Hetta hevur fylt meg i fleiri vikur. Dag og nátt. Eg eri við barn. Eg, Ingun M. Háberg, skal verða mamma.
Eg var avgjørd beinanvegin. Eg ivaðist ikki í, at eg fegin vildi í barnsburðarfarloyvi frá skúlanum. Tann avgerðin var ikki ring at taka, men tá hon var tikin, og eg hevði tosað við lestrarvegleiðaran, sum var púra samd í, at tað var tað besta, vóru so nógvir aðrir tankar, sum fyltu høvdið. Og tað gera teir enn. Tí má eg skriva ein heldur øðrvísi blogg, enn eg plagi. Eg havi ikki hug at seta nakað annað í brennidepilin hesaferð, tí hetta er tað, sum fyllir meg – allatíð og allastaðni.
Soleiðis havi eg tað eisini, tá eg eri í skúla. Eg kann vera í skúla og eina lítla løtu gloyma, at eg skal gerast mamma, men tá eg so eri komin heim ella havi ein steðg, eru so ótrúliga nógv onnur ting, eg heldur hugsi um, enn skúlating, bøkur, hvussu nógv eg skal lesa, gera, skriva o.s.fr. Eg havi slett ikki bindindi til at hugsavna meg um bøkurnar og onnur skúlating so leingi, men eg royni veruliga at samla tankarnar og gera tað, eg má. Nógv heldur hevði eg viljað hugsað allar tankar lidnar, sum júst nú reika runt í høvdinum mær. Vil hava tíð at lesa og læra meg eina rúgvu um, hvussu tað er at blíva mamma. Finna útav, hvussu eg bíligast keypi alt, ið keypast skal, og bara hava loyvi at leita á netinum, tá eg fleiri ferðir um dagin komi í tankar um alt millum himmal og jørð. Tað kann vera alt frá hvørjar madrassur eru best til barnasongina, hvørjum tilfari suttur eru gjørdar úr. Og eg kundi hugsað mær at bundið eina rúgvu av smábarnaklæðum. Men tað má eg gera um kvøldarnar. Ikki tað. Eg hevði ikki væntað, at eg fekk frí til alt hetta, men soleiðis kennist tað bara í løtuni. Eg má gera tað um kvøldarnar.
Nokk um meg og mítt. Breytin og nýggi næmingabólkurin eru so deilig. Vit hava arbeitt við litlæru, og hesa vikuna seta vit tað, sum vit hava lært, saman í glaslist. Tað hevur verið simpulthen so spennandi, og at sleppa at seta hesar spennandi prýðislutur saman í alskins litum og samansetingum er so lekkurt – tað er jú tí, vit hava valt breytina. Halt kipp, tað er gott, at eg gangi í skúla hóast alt. Annars hevði tíðin gingið alt ov seint.