Tíðindi
22.01.2025
Tá ið Nám í 2020 fekk uppgávuna at dagføra allar námsætlanirnar til fólkaskúlan og miðnám, var rúm tíð brúkt at greina arbeiðssetningin. Tað siga Sólvá Jónsdóttir, Emmy S. Joensen og Sonja Winthereig, sum arbeiða við námsætlanunum í Námi.
- Okkara uppgáva er at dagføra eftir yvirskipaðum málum, sum landsstýrið hevur sett. Tað er stórur munur at dagføra námsætlanirnar samanborið við at endurskoða. Orkan, sum er sett av til námsætlanararbeiðið, røkkur ikki til at endurskoða. Námsætlanirnar eru politiskt skjal, sum eiga at verða dagførdar javnan. Vanliga halta vit í Føroyum eini 10 ár aftan á tí, sum hendir á skúlaøkinum í londunum, vit vanliga samanbera okkum við. Rákið er týðiligt burtur frá málstýrdari undirvísing til yvirskipað førleikamál og meiri skapandi og dýpandi undirvísing, men so leingi vit hava próvtalsstigan, sum vit hava, hava vit málstýrdar námsætlanir. Sum er eru ongar ætlanir at broyta próvtalsstigan í Føroyum. Í Danmark er ein serfrøðingabólkur settur at endurskoða próvtalsstigan.
Talan er um dagføring og nýtímansgerð av námsætlanunum og ikki endurskoðan. Í námsætlanunum, sum hava verið í gildi í gott og væl tíggju ár, er hvør einstøk lærugrein lýst við støðisførleikum. Tað hevur havt við sær, at ymsu námsætlanirnar hava verið drúgvur lesnaður, og nógvir lærarar hava funnist at hesum bygnaðinum. Tí er nýggjur bygnaður valdur. Ískoytisøkini eru eisini tikin burtur úr gomlu námsætlanunum í øllum lærugreinunum.
- Tankin við ískoytisøkjunum var, at lærarar høvdu størri frælsi at skipa undirvísingina og velja ymisk evni at taka upp, men av tí at ískoytisøkini eru bundin at somu førleikamálum sum kjarnaøkini, hava tey ikki havt so stóra ávirkan.
Nýggi bygnaðurin ger, at námsætlanirnar eru skipaðar í trý ymisk skjøl. Fremsta skjalið er støðisnámsætlanin, sum er yvirskipað fyri allar lærugreinirnar – á øllum stigum, bæði í fólkaskúla og á miðnámi; tað er gymnasialu og yrkisrættaðu útbúgvingunum. Annað skjalið eru fakligu námsætlanirnar frá lægsta til hægsta stig í einum; hesar eru beinleiðis fakligar uttan at hava yvirskipaða partin við. Triðja skjalið er leiðbeining til lærarar; hesar eru bygdar upp soleiðis, at viðkomandi brot úr støðisnámsætlanini og fakligu námsætlanini eru tikin við umframt útgreinandi tekstur um, hvussu námsætlanin skal skiljast, og hugskot um, hvussu lærarin kann arbeiða sambært námsætlanini. Leiðbeiningar eru gjørdar fyri hvørja deild sær – grunddeild, miðdeild, hádeild, 10. flokk og síðan eisini ymsu deildirnar á miðnámi.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 6, 2024.