Tíðindi

Málmenning hjá børnum – eitt stórt øki, men hvat hevur størstan týdning?

At kalla øll børn undir skúlaaldur eru á dagstovni ein stóran part av tíðini, tey eru vakin. Dagstovnar, har tey kunnu spæla trygt, verða sædd, og har námsfrøðingar tilvitaðir geva børnunum júst tað, sum teimum tørvar, bæði til at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag her og nú, og at fáa tað grundarlag og menna teir førleikar, sum tey skulu byggja á restina av lívinum. Elin Henriksen skrivar

16.01.2018

Í túsundtals ár hava børn lært móðurmálið av at lurta eftir teimum vaksnu. Foreldrum, ommum og abbum og øðrum menniskjum, sum vóru um tey. Eitt gamalt orðatak sigur, at “tað skal ein heil bygd til at uppala eitt barn”. Úr barnaárum minnist eg, hvussu vinkonan og eg, báðar undir skúlaaldur, høvdu eitt “spæl”, sum var at vitja fólk. Vit fóru inn í húsini í grannalagnum í bygdini og settust á ein bonk í køkinum, fingu kanska eina skipskeks, og sótu so bara og tagdu og lurtaðu. Lurtaðu eftir prátinum hjá teimum gomlu, eygleiddu, hvussu stórur munur var á tosingarlag og máli. Ikki tí at vit skiltu so nógv av innihaldinum, men tað stuttliga var at uppliva ymiskleikan, og helst mundu vit eisini fáa økt um tað passiva orðfeingið.

Hetta er ein horvin verð, og nú stendur børnum nakað annað í boði. At kalla øll børn undir skúlaaldur eru á dagstovni ein stóran part av tíðini, tey eru vakin. Dagstovnar, har tey kunnu spæla trygt, verða sædd, og har námsfrøðingar tilvitaðir geva børnunum júst tað, sum teimum tørvar, bæði til at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag her og nú, og at fáa tað grundarlag og menna teir førleikar, sum tey skulu byggja á restina av lívinum.

Tað ber í sær, at fyrimyndirnar hjá børnunum, tá tað snýr seg um at ogna sær móðurmálið, ikki bara er familjan, men í stóran mun starvsfólkini á dagstovnum. Snøgt sagt, tí at børnini eru so nógvar tímar í vøggustovu og barnagarði. Sæð úr einum málmenningar­sjónarhorni er fremsti fyrimunurin hjá familjuni sum málslig fyrimynd, at har eru fá børn fyri hvønn vaksnan. Har eru ríkir møguleikar hjá barninum ikki bara at lurta, men eisini at tosa. Og at fáa málsliga leiðbeining frá teimum vaksnu. Ikki sum átala og boð, men við at tann vaksni tekur orðini uppaftur, sum barnið segði, nú við røttum framburði og rættari bending. - Sjálvandi treytað av, at foreldur og onnur vaksin eru tilvitað um týdningin av, at samvera við børn eisini snýr seg um málsliga samveru.

Á dagstovninum eru nógv børn fyri hvørt vaksið fólk, og tey mugu hava aðrar, meiri tilvitaðar mátar at læra børnini mál. Sangir og sangspøl, seta orð á, siga frá søgum, málspøl, geva børnunum høvi at orða seg, bæði í samrøðum og frásøgnum. Hetta krevur, at talið á børnum fyri hvørt starvsfólk ikki verður so stórt, at starvsfólkini ikki hava stundir at fáast við málmennandi virksemi og at práta við børnini.

Tann vandin er altíð til staðar, so leingi sum dagstovnalógin ikki ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv børn skulu vera fyri hvørt starvsfólk í ávikavist vøggustovu og barnagarði. Tann allarfremsta og allarmest týðandi uppgávan, sum landsstýriskvinnan við mentamálum tískil hevur í sambandi við málmenning hjá børnum er tí at seta í verk, at:

Dagstovnalógin skal áseta, hvussu nógv børn í mesta lagi skulu vera fyri hvørt starvsfólk í ávikavist vøggustovu og barnagarði.

Hetta er ikki so einfalt, sum tað ljóðar, tí dagstovnalógin er løgtingsmál, og dagstovnaøkið er kommunalt. Við ongum ásetingum eru tað bara siðvenja og avgerðir í hvørji einstakari kommunu, sum gera av, hvussu normeringin á dagstovnunum er. Og har kann lættliga verða skarvað av í eini fíggjarkreppu ella av politikarum, sum ikki skilja týdningin av góðum dagstovnum. Landspolitikarar kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at børn kring landið eru í vanda fyri at verða fyri mismuni, bæði viðvíkjandi málmenning og aðrari menning, alt eftir hvar í landinum tey búgva. Tí er alneyðugt, at Mentamálaráðið fer undir samráðingar við kommunurnar fyri at fáa ásett eitt mark fyri, hvussu nógvir starvsfólkatímar í minsta lagi skulu vera á dagstovnum í mun til talið á børnum.

Fleiri námsfrøðingar

Eitt annað, sum eisini hevur stóran týdning, er, at starvsfólkini á dagstovnunum bæði eru tilvitað um týdningin av málmenning og hava førleikarnar at fremja hana.

“Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi.” (Dagstovna­lógin § 8, stk. 4.)

Men sum øllum kunnugt hoyrir tað til undantøkini, at henda áseting verður fylgd. Tørvur er á fleiri hundrað útbúnum námsfrøðingum afturat fyri at lúka krøvini í dagstovnalógini.

Tað er einki at ivast í, at eisini hjálparfólk gera eitt megnararbeiði á dagstovnunum. Men útbúgvingin til námsfrøðing styrkir munandi um førleikarnar at arbeiða málrættað og tilvitað við málmenningini hjá børnunum, harundir at seta serlig tiltøk í verk fyri tey børn, sum hava tørv á tí.

Tað eru fleiri tættir, ið kunnu fáa partin av námsfrøðingum á dagstovnum at vaksa. Fyrst og fremst, at lønin verður hækkað, so hon kemur á sama stig sum hjá øðrum starvsbólkum við sama útbúgvingarstigi og javnsettum innihaldi og ábyrgd, og síðani, at nøktandi fyrireikingartíð verður játtað námsfrøðingum á dagstovnum.

Eisini er vert at hyggja at útbúgvingini til námsfrøðing. Hon er nú vorðin ein akademisk útbúgving, og tað setur onnur krøv enn tey, sum áður vóru. Spurningurin er tó, um tað var klókt at gera hana so akademiska. Størri dentur á praktiskt virksemi og praksis­orienteraðan lesnað, serliga tað fyrsta árið, kundi kanska gjørt útbúgvingina meiri lokkandi fyri ungfólk og minkað um fráfallið.

Málmenning hjá børnum er ein týðandi partur av innihaldinum í tí, sum lisið verður á útbúgvingini, og tað er gott. Men tað átti at verið umhugsað, um tað ikki eisini hevði verið gagnligt at styrkt tann málsliga førleikan hjá teimum lesandi, umframt at meira varð arbeitt við ítøkiligum tilfari til málmenning hjá børnum. Somuleiðis hevði tað verið ynskiligt við enn størri denti á, hvussu námsfrøðingar best læra fleirmælt børn føroyskt, samstundis sum tey kunnu varðveita sítt móðurmál. Talið á fleirmæltum børnum veksur alsamt, og tað er ein stór avbjóðing at læra tey føroyskt nóg væl, til at tey kunnu gjøgnumføra eina útbúgving. Tað arbeiðið fer í fyrstu atløgu fram á dagstovnunum.

Og síðst, men ikki minst, mugu almennir myndugleikar, fjølmiðlar og fólk sum heild virða tað arbeiðið, sum námsfrøðingar gera. Teir hava eina ta týdningarmestu uppgávuna av øllum. Teir eginleikar og førleikar, sum børn undir skúlaaldur skulu menna, kunnu ikki útsetast til seinni, uttan at tað fær avleiðingar. Hetta er eisini galdandi fyri tað at ogna sær móðurmálið.

Elin Henriksen er lærari og námsfrøðingur. Hon er eisini limur í Málráðnum, týðir og rættlesur bøkur og røkir Stranda Bókasavn. 

Skúlablaðið varpar ljós á málmenning í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum. Vit spyrja ymisk fólk, sum eru málkøn, og fólk, ið varða av økinum børn og ung, hvørji ráð tey høvdu givið landsstýriskvinnuni um tiltak, átak ella herferð, ið hevði gagnað málmenningini, umframt hvat tey halda skal til fyri at fremja tilvitið um málmenning.

Mynd: Birgir Kruse


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni