Tíðindi
20.02.2017
Nógv er hent í lívinum hjá børnum, áðrenn tey eru vorðin 7 ár og fara í skúla. Tí eiga øll, sum eru um børn frá føðing til skúlaaldur, at taka ábyrgd av at fyribyrgja trupulleikum og samskipa góða menning fyri einstaka barnið, so tað fær eina góða byrjan í lívinum.
- Vit skulu ikki toyggja skúlan niður í dagstovnin, men tilvit um, hvussu stóran týdning málslig menning hevur, treytar, at tey, sum eru um børnini, kenna henda týdningin. Vit vita, at nógv av starvsfólkunum, sum starvast á dagstovni, ikki hava útbúgving sum námsfrøðingar; tað vísti kanningin hjá Anne Bamford fyri nøkrum árum síðan. At seta inn so tíðliga sum til ber hjá børnum, sum hava málsligar trupulleikar ella avbjóðingar, krevur fyrst og fremst tilvit, orku og serfrøði, sigur Karolina Matras, granskari og námslektari í sálarfrøði og mál- og lesimenning.
Felags fyri tey, sum hava trupult við at læra at lesa, er, at tey hava ilt við at avkoda orð. Gransking vísir, at verður miðvíst vant við ljóðum áðrenn skúlaaldur og í innskúlingini, er nógv vunnið.
- Vit vita, at fáa orðblind børn góða fonologiska venjing fyri skúlaaldur, tað vil siga gjøgnum m.a. málspøl, har dentur verður lagdur á ljóð, rím og ramsur til dømis, fáa tey færri trupulleikar við at læra at lesa aldurssvarandi, enn um tey onga hjálp fáa. Í hagtølum yvir tey, sum hava lesitrupulleikar, eru dreingirnir nógvir í tali, men har eru eisini gentur; tær smokka ofta burtur ímillum, tí tær hava lyndi til at lata sum um at tær duga og tilpassa seg. Trupulleikin hjá orðblindum vísir seg ofta, tá tey royna at meta seg í lesiførleika við sínar javnlíkar.
Antin tú arbeiðir við dagstovnabørnum í skúlabólki ella børnum í forskúla, eru hópin av møguleikum at arbeiða við málinum; til dømis at spæla við orð, finna uppá og royna seg við rímum, ramsum og málljóðum.
- Tað er so nógv, sum kann verða gjørt, tá ið talan er um at spæla og royna seg við at gera orð og setningar og flætta tað inn í dagliga spælið hjá børnunum; bara hugflogið setir markið. Nútíðin krevur, at tú dugir at málbera teg og samskifta; skúlin og dagstovnurin eiga at raðfesta allar samskiftisformar, tí vit vita, at tað hevur so stóran týdning fyri at klára seg væl. Talgildu miðlarnir hava eisini týdning og mugu hugsast meiri inn í læringina; at renna undan talgildu miðlunum nyttar lítið, tí teir eru komnir fyri at verða.
97 prosent av øllum børnum eru á stovni frá vøggustovu til og við dagstovn, hevur formaðurin í Pedagogfelagnum sagt í miðlunum. Átti námsætlan verið fyri vøggustovu og dagstovn, sum leggur upp fyri, at málslig menning verður kravdur partur av dagstovnalívinum?
- Tað átti at verið krav, at onkur ætlan er fyri vøggustovu og dagstovn, sum leggur upp fyri, at m.a. málslig menning verður størri og týðandi partur av dagstovnalívinum. Eisini eigur tað at vera krav, at allir stovnar arbeiða við onkrum tilfari at eygleiða og menna málið hjá børnum, t.d. TRAS og føroysku málspølini.
Lesið samrøðu við Karolinu Matras í Skúlablaðnum, sum júst er komið.