Tíðindi
20.10.2022
Í Stranda skúla royna tey nýggjar leiðir, tá ið talan er um trivnað, menning og samstarv. Fyri einum ári síðan fóru tey undir eina umfatandi tilgongd at skipa trivnað, menning og samstarv eftir einum nýggjum leisti. Í høvuðsheitum byggir nýggja tilgongdin á TÍTT-arbeiðsháttin.
Nýggja tilgongdin fatar um bæði barnagarð og skúla, og hon treytar, at kommunan er týðandi partur í tilgongdini, tí hon fíggjar ein part. Harumframt hevur Undirvísingarstýrið latið skúlanum tímar til samskipara av játtanini til royndar- og menningarvirksemi. Í fjør fekk skúlin fýra tímar um vikuna og í ár fimm tímar til hetta endamálið.
Skúlastjórin í Stranda skúla, Hans Petur Jacobsen, er ivaleysur í, at skulu skúlar kring landið undir somu tilgongd sum tey á Strondum eru í, so má Undirvísingarstýrið í nógv størri mun játta tímar til tað.
- Tímarnir, vit hava fingið játtað frá Undirvísingarstýrinum til endamálið, eru komnir væl við, tí teir hava gjørt tað møguligt at hava samskipara at taka sær av øllum. Men hesir tímarnir eru ikki nóg mikið, um ein skúli skal hálsa um og fara undir somu tilgongd, sum vit eru í at skipa allan skúlan av nýggjum. Ein onnur týðandi fortreyt, sum ikki kann gerast upp í pengum og tímum, er, at vit hava starvsfólk, sum eru sinnað at brúka tíð til hetta. Har hava vit verið sera heppin, tí lærararnir hava brúkt nógv meiri tíð, enn teir fáa løn fyri. Hetta krevur øgiliga nógv, í grundini at øll spenna seg út.
Skúlastjórin vísir á, at samskiparin er ómetaligur týdningarmikil í tilgongdini; viðkomandi hevur ábyrgdina at skipa fundirnar, at samskifta við allar partar og ikki minst hava yvirlitið yvir alla tilgongdina, skjalfesta, taka sær av øllum tí praktiska og vera við at læra øll at brúka TÍTT-amboðið.
- Hevði henda uppgávan ligið hjá leiðsluni eisini, so hevði tað ikki gingið so væl, tí hon hevur frammanundan so nógvar uppgávur. Uttan mun til, hvussu væl øll hava lært at brúka amboðið, so er umráðandi at hava ein, sum samskipar.
Onnur týðandi fortreyt at fara undir so stóra verkætlan er, at kommunan og myndugleikin taka undir við tí, sum sett er út í kortið, og at foreldrini somuleiðis taka undir við einum tøttum samstarvi við skúlan.
- Ráðgevingin, vit hava fingið frá trivnaðarráðgevanum og SSP-ráðgevanum, hevur havt alt at siga í tilgongdini. Skulu fleiri skúlar undir somu tilgongd, so mugu fleiri ráðgevar setast, tí hesir hava neyvan arbeiðsorku at veita fleiri skúlum í senn so munandi ráðgeving so ofta, sum vit hava fingið, tí tað er ógvuliga tíðarkrevjandi. At trivnaðarráðgevi er settur til skúlaverkið er fantastiskt og stórt framstig. Øll skeiðini, vit hava verið ígjøgnum í sambandi við tilgongdina, hevur hon samskipað.
Eitt, ið undrar skúlastjóran, er, at skúlar í alt ov lítið mun gagnnýta royndirnar hjá øðrum.
- Vit hava verið í gongd við fleiri stórar verkætlanir, uttan at aðrir skúlar spyrja eftir okkara royndum, og vit kunnu ivaleyst siga tað sama um verkætlanir hjá øðrum, at vit ikki spyrja nóg nógv eftir teimum. Tað er alt ov lítil vitanardeiling. Tá ið talan er um verkætlanina, vit eru í holt við í sambandi við trivnað og menning, so høvdu vit kunnað farið út í aðrar skúlar og greitt frá.
Les um trivnaðar- og menningarætlanina í Stranda skúla í Skúlablað nr 5, 2022
Mynd: Ólavur Frederiksen