Tíðindi

Munandi sparingar og tillagingar gerast í fólkaskúlanum komandi ár

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár skulu tillagingar gerast á fólkaskúlaøkinum fyri 4,5 milliónir krónur. Í tí sambandi vildi Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, hava landsstýrismannin við barna- og útbúgvingarmálum at útgreina, hvussu hetta skal gerast.

20.11.2024

Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, svaraði í morgun á tingi munnligum fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um ætlaðu sparingarnar í fólkaskúlanum. Í svarinum kom fram, at nógvar tillagingar og sparingar skulu gerast í fólkaskúlanum komandi ár.

- Tað er ov tíðliga at siga neyvt, hvar tær verða gjørdar, tí vit kenna ikki virksemið í fólkaskúlanum komandi skúlaár fyrr enn á vári 2025, tá vit kenna næmingatalið og flokkabýtið. Øki, sum hava verið nevnd, eru flokslærara- og leiðsluøkið, sum hava verið hægri raðfest í tvey ár. Harumframt verður einki nýtt royndar- og menningarvirksemi verður sett í gongd í 2025, men longu givnar játtanir halda fram, játtanin til miðfirraðu undirvísingina verður lækkað nakað, og umhugsað verður at lækka 10. flokkarnar í færri eindir. Tillagingin á játtanini til fólkaskúlan svarar til 1 prosent av samlaðu játtanini, og mesta skerjingin verður gjørd frá august til desember komandi ár, tí játtanin fylgir skúlaárinum. Tað eru yvir 800 ársverk í fólkaskúlanum. Talan verður um eina lækking á 1-2 prosent í ársverkum frá august, sum verður býtt út á allar skúlar. Helst verður skerjingin gjørt uttan uppsagnir, men øll størv verða ikki sett aftur, og tað verða færri tímalærarar. Tvílæraraskipanin verður eftir ætlan útbygd og ment frá skúlaárinum 2026-2027. Tillagingar í tíma- og lærugreinabýtinum eru í gerð og grundaðar á styttan skúladag hjá børnum. Stytti skúladagurin og tímarnir, sum tá ikki verða brúktir, kunnu verða við til at styrkja og víðka tvílæraraskipanina.

Bárður á Lakjuni, sum átti fyrispurningin, var ikki nøgdur við svarið og vildi hava landsstýrismannin at útgreina svarið, eitt nú hvussu tað fer at raka miðfirraðu undirvísingina og 10. flokseindirnar, sum longu eru.

- Sparingar virka ikki serliga ítøkiligar, segði Bárður á Lakjuni.

Landsstýrismaðurin svaraði, at tað verður mett, at tað ber til at hyggja upp á játtanina til miðfirraðu undirvísingina, tí fleiri børn eru farin í serflokkar.

- Tað ber til at gera tað meiri rationelt. Tær broytingar, sum verða gjørdar, skapa aðra orku, tí tímatalið verður lækkað, og tann orkan fer inn aftur í fólkaskúlan, m.a. við at styrkja tvílæraraskipanina umframt flokslæraran og annað skúlaárið 2026-2027. Tað er ringt at broyta smáar eindir, vísir tað seg, men politiska skipanin eigur at tora at hyggja nærri at hesum og broyta, tí tað er har, at orkan er at gera skúlan betri. Tað arbeiðið er ikki komið so langt enn. Mær hevði dámt, um 10. flokseindirnar vóru einar 4-5, tí fyri næmingin er tað nógv betri, tá eindirnar eru størri. Tá hevur hann fleiri vallærugreinir at velja ímillum.

Í orðaskiftinum í sambandi við munnliga fyrispurningin undraðust fleiri løgtingsfólk á sparingarnar, sum onkur kallaði skrivborðloysnir.

Her er fyrispurningurin frá Bárði á Lakjuni: https://www.skulabladid.fo/hvar-skulu-sparingarnar-í-fólkaskúlanum-finnast

Tað ber til at lurta eftir øllum orðaskiftinum her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11018


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni